Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Floghavn: Eftir eina heldur slaka byrjan uppá 2017, er nú aftur veruligur vøkstur í ferðafólkatalinum á Vága Floghavn. Higartil í ár eru 80.019 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn. Tað er ein vøkstur á 4000 fólk, ella 4,9 %, ímun til somu tíð í 2016.

Í apríl 2017 komu og fóru 29.433 ferðafólk umvegis flogvøllin. Hetta er ein vøkstur á heili 46% í mun til apríl 2016, tá ið 20.162 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin. Í 2016 var ein partur av páskafrítíðini í mars, meðan páskafrítíðin í 2017 var í apríl.

Í miðal seinastu 4 árini eru vanliga eini 20.000 ferðafólk komin og farin umvegis flogvøllin í apríl, so vøksturin í apríl 2017, má sigast at vera óvanliga stórur.

”Vit síggja, at fleiri føroyingar hava valt at ferðast uttanlands á páskum, og ikki minst, so vísur kanning sum vit hava gjørt saman við Gallup, at fleiri útlendsk ferðafólk hava valt at koma til Føroyar í feriu enn undanfarin ár”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn

Góðar vónir til 2017
Vága Floghavn hevur áður boðað frá, at felagið metir, at 2017 aftur fer at seta met í ferðafólkatalinum, og við seinastu tølunum, so er nógv sum bendir á at so verður.

Vøksturin í ferðafólkatalinum setur stór krøv til flogvøllin, og tí arbeiðir Vága Floghavn við at útbyggja parkeringsøki við flogvøllin. Felagið væntar, at fara frá at hava umleið 300 parkeringsplássum til at hava umleið 800 parkeringspláss seinni í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo