Ein kann leiða rossið at ánni. Men tíggju fáa tað ikki at drekka
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Galdandi afturkalling hjá virkinum Sjógæti, umfatar nú eisini frystar kaldroyktar vørur pakkaðar í tíðarskeiðinum 05.10.2020 til og við 26.03.21 av tí at Listeria monocytogenes  er ávíst í nøkrum av vørunum. 

Hvør er vøran?
Fryst kaldroykt vøra frá Sjógæti
Vøran kann vera seld undir søluheitinum Rinka
Pakkað í tíðarskeiðnum frá og við 05.10.2020 til og við 26.03.2021

Hvar er vøran seld?
Vøran er seld í føroyskum handlum

Virkið, ið afturkallar
Sjógæti Sp/f Norðskáli

Orsøk til afturkalling
Sjógæti afturkallar frystar kaldroyktar vørur pakkað í tíðarskeiðnum frá og við  05.10.2020 til og við 26.03.2021. Kanningar hava staðfest at Listeria monosytogenes er ávíst í nøkrum vørum í oktober 2020 og í marts 2021. Vandi er tí fyri at listeria monocytogenes eisini kann vera í aðrari vøru framleidd í hesum tíðarskeiði.

Vandi
Infektión við bakteriuni Listeria monocytogenes kann vera sera vandamikil. Symptomini líkjast influenzasymptomum við fepur, høvuðpínu og í onkrum førum maga/tarm trupuleikum Sí meira um listeria í matvørum her

Ráð til borgaran
Brúkarar kunnu lata vøruna innaftur har hon er keypt, ella burturbeina hana.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo