Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg takki fyri viðmerkingarnar til innslagið í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya 23.2.2020 kl. 18.00

Innslagið snúði seg frá mínari síðu um at varpa ljós á ein vantandi samskipaðan málpolitikk, har móðurmálsorðabókin er ein liður.

Orðini, at “Arbeiðið við at menna móðurmálsorðabókina er steðgað upp” átti eg ikki sjálv. Tað er ein niðurstøða, sum útvarpsverturin sjálvur er komin til. Eg visti ikki av hesi orðing, fyrr enn eg sjálv hoyrdi tíðindini.

Tað, sum eg hefti meg við viðvíkjandi móðurmálsorðabókini, er, “at FØ-FØ verður ikki dagførd regluliga á hesari heimasíðuni. Seinasta dagføring var 26.02-2016.” (endurgivið eftir heimasíðuni hjá Sprotanum). Sum regluligur brúkari av orðabókini eri eg á hinari síðuni. Eg hvørki síggi ella veit, hvat hendir aftanfyri. Eg fegnist tí almikið um, at arbeiðið hevur verið í gongd hesi fýra árini. Eg haldi tó enn fast í, at tað er átaluvert, at brúkarin ikki fær ágóðan av hesum arbeiði vegna vantandi dagføring.

Viðvíkjandi hesum málinum havi eg ikki innlit í stovnar og innanhýsis viðurskifti. Tað blandi eg meg ikki uppí, men loyvi mær kortini at ivast í, um Málráðið hevur nøktandi karmar at taka sær av uppgávuni, sum tí er álagt. Og í ljósinum av tí er ivasamt, um vit nú veruliga hava nóg góða stýring á málinum, sum ikki minst krevst í dag.

Rætt er, at sumt av tí, sum sagt verður í innslagnum, liggur uttan fyri orðabókaarbeiðið. Eg eri ikki eftir móðurmálsorðabókini, Jógvani í Lon Jacobsen, øðrum orðabókaritstjórum ella Føroyamálsdeildini. Tykkara arbeiðið fær mín fulla stuðul, men átti eftir øllum at døma at fingið størri politiska raðfesting, soleiðis at tit fingu gjørt enn størri mun til gagns fyri móðurmálið og okkum øll. Tað kann ein skipaður málmenningarpolitikkur m.a. gera.

Eg ásanni, at tað er óheppið orðað, tá ið eg sigi, at móðurmálsorðabókin átti at verið proaktiv. Eg skilji og taki fult undir við rættleiðingini hjá Jógvani. Takk fyri! Tað, sum eg vildi siga, er, at tað hevði verið gott, um fremmand orð vóru loftað, áðrenn tey festa seg, um tey ótillagað ikki hóska seg í málinum. At ein umsókn liggur í Mentamálaráðnum um eitt orðabókastarv sigur so mikið, at arbeiðsorkan kundi verið størri.

“At reka fyri vág og vind” kann tulkast ymiskt. Eg havi stóra virðing fyri tí megnar arbeiðið, sum orðabókaarbeiðið fevnir um. At føroyskt kortini rekur fyri vág og vind skal síggjast í ljósinum av vantandi politiskari raðfesting og ikki í avrikunum hjá orðabókaritstjórum ella Málráðnum. Við yvirskriftini vil eg eisini provokera móttakaran at lesa og at taka støðu sjálvur, um tað nú er soleiðis statt.

At enda vil eg siga, at innslagið kom í lag, eftir at eg hevði skrivað eina grein um málið á Vágaportalinum. Endamálið við greinini er at vilja føroyskum betur, enn vit gera. Boðskapurin er vendur til politiska valdið og fólk sum heild. Okkum tørvar eitt kjak um støðuna hjá føroyska málinum, og tað vil eg eisini fegin gera mítt til at varpa ljós á.

Maria Heradóttir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo