Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Johan Dahl skrivar lesarabræv á www.samband.fo við heitinum ”Fróðskaparsetrið má raðfesta kvalitet framum kvantitet – droppið nationalromantikk.”

Í lesarabrævinium finst Johan Dahl at Fróðskaparsetrinum, fyri at seta nýggjar útbúgvingar á stovn -  og sum Johan sigur: ”sum tað sær út uttan at tryggja neyðugu fakligu førleikarnar og uttan nakað stórvegis fakligt eftirlit”.

Eg veit ikki hvussu Johan kemur til hesa niðurstøðu – tað kanska hann kann greiða nærri frá.

Víðari kemur Johan Dahl við leysum pástandum um at ”Fróðskaparsetrið er nokk tað einasta universitetið í øllum Europa, sum einki akademiskt ráð hevur” og hann spyr ”eftir hvørjum reglum og fyriskipanum vísindalig starvsfólk verða sett eftir á Setrinum”.

Johan spyr eisini eftir umstøðunum hjá adjunktum, um ”hvør tryggjar at góðkenning av ph.d. prógvum verða latin eftir nøktandi fyriskipanum” og at enda leggur hann trumfin á borðið við at spyrja: ”hvar eru reglurnar og fyriskipanirar fyri hesum?”

Um Johan Dahl hevði ómakað sær at kanna lógargrundarlagið sum Fróðskaparsetrið virkar undir, so hevði hann kunnað staðfest at Fróðskaparsetrið er regulerað við lóg:

logir.fo/Logtingslog/58-fra-09-06-2008-um-Frodskaparsetur-Foroya

og at fyriskipan av ph.d. útbúgving er regulerað við kunngerð:

logir.fo/Kunngerd/63-fra-24-05-2016-um-philosophiae-doctorutbugving-a-Frodskaparsetri-Foroya

Tá tað kemur til setan av vísindaligum starvsfólki eru hesi viðurskifti ásett í reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya góðkennir.

Hendan reglugerðin og aðrar fyriskipanir eru at finna á heimasíðu Setursins:

www.setur.fo/fo/setrid/um-setrid/logir-og-reglugerdir/

Viðvíkjandi spurninginum hjá Johan Dahl um akademiskt ráð, so útvegar lógin heimild til at seta eitt slíkt, men tað er ikki krav. Akademiskt ráð varð sett í 2014, men hevur av ymsum orsøkum verið óvirkið seinastu árini. Reglurnar fyri ráðið verða í løtuni endurskoðaðar av stýrinum og nýtt akademiskt ráð væntandi valt í næstum.

Til spurningin hjá Johan Dahl um hvørt Setrið skal vaksa ella ikki, so er júst hetta, eftir mínum tykki, ein fortreyt fyri at vit fáa eitt sterkt og vælvirkandi universitet, sum kann bjóða hægri granskingargrundaðar útbúgvingar til ein breiðan skara av føroyingum og sum frálíðir eisini til útlendsk lesandi. Eitt størri og sterkari føroyskt universitet skapar gróðrarbotn fyri fjølbroyttari samfelagsmenning, fyri altjóða samstarvi og fyri at ungdómurin velur Føroyar. Er tað hetta Johan Dahl skýrir ”nationalromantikk”?

At góðskutryggja okkara útbúgvingar er ein týdningarmikil uppgáva sum vit fremja hvønn dag – men sum vit eisini, í enn størri mun, skulu loysa saman við okkara politiska myndugleika.

Tað er gott at áhugi er fyri Fróðskaparsetrinum og at kritiskir spurningar verða settir til virksemið, til góðskutrygging og tær ætlanir, sum liggja fyri framman.

Leiðsla og øll starvsfólk á Setrinum arbeiða hvønn dag fyri at menna hægri útbúgving, gransking og nýskapan og á henda hátt at framtíðartryggja føroyska samfelagið.

Sigurð í Jákupsstovu
rektari
Fróðskaparsetur Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo