Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Moralur er góður, dupultmoralur er dupult so góður

Ung fyri Miðflokkin fóru í gjár út við einum skrivi um, at løgmaður er illoyalur. Tað stóð skrivað, at hann “ofta hevur róð í egna sjógv, tá tað kemur til handfaringina av korona”.

Vit vita ikki, hvørjari koronuhandfaring Ung fyri Miðflokkin hevur fylgt við í, men hetta er sama ungmannafelag sum hevur ein floksformann, sum – um nakar – hevur róð í egna sjógv, tá tað kemur til korona. Hetta er nevniliga ungmannafelagið hjá tí floksformanni, sum fór beinleiðis ÍMÓTI tilmælunum, ið landsstýrið tók stig til.

Tað er púra burturvið, at seta spurnartekin við løgmann, tá tað er ein av teirra egnu – sum harafturat er partur av ein av teimum flokkum við minst atkvøðum aftanfyri seg – hevur gjørt ímóti greiðum boðum og sátt iva um koronuhandfaringina, sum løgmaður stóð á odda fyri.

Møguliga eru tað vit, sum hava misskilt tíðindaskrivið hjá Ung fyri Miðflokkin, tí at langa eftir løgmanni og seta “álvarsligt spurnartekin” við, um hann skal halda fram sum løgmaður, men síðani eggja samgongupartarnar til at skipa samgonguna av nýggjum, er illoyalt í okkara eygum og hoyrir ongastaðni heima.

Unga Samband

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo