Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Bæði í Danmark og í Føroyum hava lærarar og skúlaleiðslur lagt til merkis, at tað eru næmingar, ið hava serliga stórar avbjóðingar í sambandi við fjarundirvísingina av eldru flokkunum, nakrir í so stóran mun, at teir so at siga ikki hava samband við skúlaverkið.

 

Skúlaleiðarafelag Føroya og foreldrafelagið Heim og Skúli hava havt hetta til umrøðu á fundi 27. apríl.

 

Feløgini bæði heita á landsstýrið, um at leggja eina ætlan fyri fólkaskúlan galdandi til skúlaársenda, soleiðis at nakað munagott kann gerast við nevndu avbjóðing.

 

Eisini meta vit, at tað er einki minni enn rímiligt, at næmingar, foreldur, lærarar og leiðslur fáa at vita hvørjar ætlanir politiski myndugleikin hevur við skúlanum restina av skúlaárinum.

 

Skúlaleiðarafelag Føroya – Tom Joensen, form.

 

Foreldrafelagið Heim og Skúli – Janus Vang, form.

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo