Við hesum fer BLF at átala handfaringina av ætlaðu bygnaðarbroytingunum á Umhvørvisstovuni.
BLF heitti á leiðsluna á Umhvørvisstovuni um at fylgja starvsfólkapolitikki landsins longu áðrenn endaliga avgerðin varð tikin um at fremja bygnaðarbroytingarnar.
Eins og Starvsmannafelagið og Fakfelagssamstarvið fer BLF við hesum enn einaferð at heita á Umhvørvisstovuna um at fylgja starvsfólkapolitikki landsins og at halda sáttmálaskyldurnar á almenna arbeiðsmarknaðinum í sambandi við ætlaðu bygnaðarbroytingarnar.
Nevndin í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo