Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag hevur frætt, at Tórshavnar kommuna hevur fingið tvey tilmæli frá umsitingini, annað hvørt at keypa 16 dieselbusser ella at keypa 15 dieselbussar og tveir elbussar. FNU mælir frá at velja svørtu loysnirnar, ið hoyra fortíðini til, og vísir á aðrar grønari møguleikar.

FNU hevur fyrr í ár verið frammi um, at løtan, at skifta frá dálkandi diesel- til reinari elbussar, er júst tann rætta. Ger býráðið álvara av hesum, vísir býurin framskygni og vilja at gera sítt til tess at fylgja politikkinum, sum landið hevur bundið seg til at fylgja í royndini at steðga veðurlagsbroytingunum; millum annað Parísavtaluni og Grønu Leiðini, sum eisini býráðið hevur samtykt og bundið seg.

Tá fara vit frá føgrum orðum til eitt veruligt grønt orkuskifti.

Oljuprísir á himmalsferð
Sum vit hava greitt frá frammaundan, verður tað ein vinningur at kunna brúka grøna orku, umframt at ein umlegging til elbussar fer at minka um CO2-útlátið - og harvið minka um veðurlagsbroytingar. 

Við teimum skýhøgu og hækkandi oljuprísum, vit uppliva fyri tíðina, fer tað harafturat at loysa seg enn betri at nýta el. Í fleiri londum verður longu víst á, at aktuella støðan vísir okkum, hvussu átrokandi tað grøna orkuskiftið er.

Við vindmyllunum, sum koma upp í næstum, verður nógv yvirskotsorka, sum m.a. kann verða lagrað í bussunum – eins og hetta er ein møguleiki í øllum elbilum.

Hetta er enn ein grundgeving fyri at velja elbussar fram um gomlu svørtu loysnirnar. Tíðin talar við øðrum orðum greitt fyri at velja tær grønu loysnirnar.

Ein triðja lagalig loysn
Fyrisitingin í Tórshavnar kommunu er sum skilst komin við tveimum tilmælum, sum eru lítið framskygd. Loysnum, sum peika meira aftureftir enn frameftir. 

Í FNU eru vit tó sannførd um, at politikararnir í kommununi fara at hugsa eg væl um, og fara ikki bara rennandi á leistum eftir løttum loysnum, sum hoyra fortíðini til og sum ikki gagna umhvørvinum. 

Heldur enn at keypa eitt størri tal av nýggjum dálkandi dieselbussum, soleiðis sum umsitingin eftir øllum at døma vil, vilja vit í staðin skjóta upp, at kommunan  útvegar sær 2-4 elbussar nú beinanvegin og síðani letur verandi bussar halda fram at koyra eina tíð afturat. Síðani kundu 2-4 elbussar afturat verðið keyptir næsta ár, o.s.fr. Líka til allir dieselbussarnir í býnum eru skiftir út um nøkur fá ár.

Á hendan hátt hevði borið til at fingið eitt lagaligt skifti frá diesel- til elbussar, og sum heldur ikki hevði kostað kommununi so nógv í einum. Tað peikar meira frameftir.

Latið ikki møguleikan gleppa
FNU vil staðiliga heita á Tórshavnar Kommunu um at skipa so fyri, at elbussar verða keyptir, soleiðis at bussleiðin verður grøn. Tað er er sera umráðandi, at býráðið sendir borgarunum eitt greitt signal um, at høvuðsstaðurin veruliga gongur á odda í stríðnum fyri at minka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. 

Um ein almennur myndugleiki, sum Tórshavnar býráð, høvuðsstaðarkommunan, ikki kann ganga ta grønu leiðina, hvussu kunnu vit tá vænta, at privatar fyritøkur og vanligir borgarar fara at gera tað?

Tað kann ongantíð verða rætt, at orkuskiftið skal liggja á einstaklingum og á familjum. Tað almenna má sjálvsagt ganga á odda.

Álvarin av veðurlagsbroytingunum kann als ikki yvirmetast, og heitt verður á býráðspolitikarar um at lurta eftir Breddanum í KvF,  https://kvf.fo/breddin?sid=136392, har greitt verður frá álvarsligu støðuni viðvíkjandi veðurlagsbroytingum.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
9. mars 2022

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo