Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mikudagin 11. august er møguleiki at lata seg koppseta ímóti Corona inni á Giljanesi frá 11.30

- Kommunulæknarnir í Vágum Djóni S Joensen og Marjus Dam heita á fólk um at lata seg koppseta ímóti Corona, bæði fyri at verja seg sjálvan og onnur ímóti herviligu sjúkuni, ið higartil hevur kostað milliónir av mannalívum umframt at mong hava fingið seinfylgjur, tey kanska ongantíð sleppa av við.

Víst verður til niðanfyrinevnda skriv frá kommununum hesum viðvíkjandi:

Skúlin á Giljanesi verður karmur um koppsetingarstað. Har eru fleiri inn- og útgongdir, hølir til bíðirúm, hølir til starvsfólk og útgerð, góðar parkeringsumstøður, umframt at staðið liggur sentralt. 

Frá kl. 11.30 til 13.30 verða tey, ið bíleggja tíð, koppsett. Tey sum hava fingið fyrsta prikið, og hava fingið tíð til 2. koppseting, men ynskja at verða koppsett í Vágum, hava eisini møguleika fyri tí. Tað er tó sera týdningarmikið at avlýsa tí tíðina og bíleggja eina nýggja tíð. Tað mugu ganga í minsta lagi 21 dagar frá fyrstu koppseting til 2. prik.

Nú kunnu somuleiðis ung millum 12 og 15 ár koppsetast, tó skulu tey sum eru yngri enn 15 ár hava fylgjara við, og barnakonur og kvinnur ið geva bróst, kunnu eisini koppsetast.

Koppseting kann bíleggjast við at klikkja á HER.

Støkk inn koppseting
Góða undirtøkan fyri støkk inn koppseting ger, at hetta somuleiðs verður ein møguleiki í Vágum. Støkk inn koppsetingar verða gjørdar frá kl. 14.00 til 15.00. Tá er ikki neyðugt at bíleggja tíð áðrenn.

Tað hevur stóran týdning, fyri tey ið hava fingið fyrra prikið, at hava gula koppsetingarkortið við. 

Vága og Sørvágs kommunur hava eitt stórt ynski um at geva øllum borgarum í Vágum frælsi aftur, so møguligt er at skipa fyri bygdatiltøkum, ítróttarvirksemi, privatum veitslum, starvsfólkaútferðum og øðrum, ið vit øll so leingi hava útsett. 

Kommunurnar ynskja at takka Sjúkrahúsverkinum fyri eitt avbera gott samstarv í hesum málinum. Við at geva teimum ið ynskja at verða koppsett møguleikan fyri tí her vestri, vóna vit at fleiri taka av møguleikanum.

Eru ivamál um staðseting ella bílegging, so kann ringjast til Sølva Simonarson hjá Vága kommunu á tlf. 267549.

Djoni Sandberg Joensen og Marjus Dam,
kommunulæknar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo