Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fari fyrst at takka fyri, at sjúkrahúsverkið hevur tikið avgerð um at fara við tyrlu til útoyggjarnar at kanna fyri koronu týsdagin. Tað er einki at ivast í, at eisini mykinesfólk fegnast um, at tey sleppa frá at fara av oynni, um teimum tørvar at verða kannað.

So koma áheitanirnar á avvarðandi myndugleikar. Á flogvøllinum stendur eitt stórt telt, har Thetis kannar øll ferðafólk, sum koma til landið, ókeypis. Tað rindar landskassin. Men skulu vágafólk kannast, so mugu tey brúka ein heilan dag í bilrøðini í Havn, ella skulu tey gjalda nærum kr. 400 í teltinum á flogvøllinum.

Vinarliga gevið vágafólki sama møguleika, sum onnur í landinum hava!

Latið okkum fáa eina ókeypis kanning í nærumhvørvinum! Tað burdi verið pláss fyri sjúkrahúsverkinum at havt kanningarstøð í teltinum á flogvøllinum, ella ber til at finna aðra loysn í oynni. Tað hevði samstundis stytt bilrøðirnar í Havn.

Í Mykinesi eru fleiri gomul og veik fólk, sum ikki mugu útsetast fyri smittu. Átta av teimum 10 fastbúgvandi fólkunum í oynni eru yvir 60 ár. Mykinesfólk eru stúrin um støðuna, nú koronasmittan breiðir seg so skjótt. Tey eru als ikki glað fyri tey nógvu vitjandi og ferðafólk, ið framhaldandi koma í oynna, og tora tí næstan ikki út fyri dyr.

Tað ber ikki kommununi til at banna ferðandi at fara út í oynna, men bert koma við einari almennari áheitan um umhugsni, nú støðan er so álvarslig.

Tí fer Sørvágs kommuna at heita á vitjandi og ferðafólk til Mykinesar um at vísa størsta varsemi og halda almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru. Heitt verður á øll um at minnast til frástøðuna og góða reinføri. Men trupulleikin er, at vanliga ferðafólkið skilur ikki føroyskt!

Í Degi og viku fríggjakvøldið varð tosað við nøkur útlendsk ferðafólk, ið nýliga vóru komin til landið. Tað var týðiligt, at hesi vistu einki um koronastøðuna í landinum. Tey vistu einki um, at Føroyar júst ta løtuna vóru hart raktar og eitt av teimum londunum, har koronasmittan breiddi seg skjótast. Kunningin til ferðafólk um koronastøðuna í landinum er ikki nóg góð, og tað er trupult at finna upplýsingar á t.d. enskum máli.

Tað hevði tí verið gott at fingið kunningina um koronastøðuna í landinum umsetta til t.d. enskt mál, so hon kann síggjast á teimum støðum, har útlendsk ferðafólk eru, eitt nú á ferjunum hjá SSL. Tað hevði verið gott at fingið t.d. tær mongu plakatirnar við kunning og góðum ráðum týddar, so tær greitt og týðiliga siga útlendingunum frá støðuni og um hvørja atferð, væntað verður av teimum.

Sørvágs kommuna
Aimé Jacobsen, borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo