Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nýggj krøv til sjóvinnubrøv sambært STCW sáttmálanum kemur í gildi tann 1. januar 2017. Eftir 1. januar 2017 skulu øll sjófólk, bæði brúgvayvirmenn og maskinyvirmenn, hava eitt STCW áteknað sjóvinnubræv eftir STCW Manila 2010 sáttmálanum.

Í hesum sambandi heitir Sjóvinnustýrið á sjófólk, sum hava føroysk sjóvinnubrøv sambært STCW 95 sáttmálanum um at kunna seg um treytirnar í samband við tey krøv, sum verða sett til sjóvinnubrøvini frá 1. januar 2017.

Sí meira kunning á www.fma.fo.
http://fma.fo/get.file?ID=13725
http://fma.fo/get.file?ID=13726

Krøvini eru tó ikki til brúgvayvirmenn við fiskiskipum. Sjóvinnubrøvini til brúgvayvirmenn við fiskiskipum verða útskrivað sambært STCW-F sáttmálanum.

Av tí at talan er um nógv føroysk sjófólk og nógv sjóvinnubrøv, sum fara úr gildi tann 31. desember 2016, verður heitt á sjófólk um at søkja um sjóvinnubræv sambært STCW 2010 sum skjótast. Verða skeiðskrøv sett til sjóvinnubrævið, verður heitt á sjófólk um seta seg í samband við skeiðsveitara, sum skjótast fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

Sjóvinnustýrið er nú á fyrsta sinni farið at útskriva sjóvinnubrøv til skipselektrikarar og førleikaprógv til skipselektrikarar, fulltiknar dekkarar, skipsatstøðarar og fulltiknar motormenn. Sjóvinnustýrið heitir á sjófólk um at søkja um hesi sjóvinnbrøv ella førleikaprógv í góðari tí, tá ávís bíðitíð kann væntast. Viðgerðartíðin á Sjóvinnustýrinum er skiftandi.

Sjófólk hava møguleika at kunna seg um longdina á viðgerðartíðini á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum www.fma.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo