Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Av givnum ávum vil Filmsfelagið hervið heita á LISA um at seta armslongdarprinsippið á skrá. Vit hugsa okkum eitt tiltak, sum til dømis kundi verið ein temadagur.

Endamálið er at gera greitt, hvat armslongdarprinsippið er, hvønn uppruna tað hevur og hvussu tað verður umsitið og útint.

Eisini er umráðandi at vísa á faktiskar hendingar, har armslongdarprinsippið kann verða mett sum brotið.

Um so er, at stuðilin hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum til filmsgerð verður umsitin eftir armslongdarprinsippinum, meinar Filmsfelagið, at landstýrismaðurin breyt prinsippið, tá hann setti avgerðina hjá fakfólkum til viks, tá tey vildu stuðla “Skúla Scam”.

Men um landstýrismaðurin ikki meinar at filmsstuðulin verður umsitin eftir armslongdarprinsipinum, so er søgan sjálvandi ein onnur, og eigur at verða fráboðað samsvarandi, altso at filmsstuðul ikki verður umsitin eftir armslongdarprinsippinum.

Sama ráð umsitur miðlastuðul til føroysku pressuna. Har hevur sami landstýrismaður alment gjørt vart við, at hann fult og heilt lurtar eftir fakkunnleikanum, ið er settur at meta um býtið av játtanini, sum er minni enn filmsstuðilin.

Hesar báðar útmeldingar, sum um somu tíð koma úr sama ráði, ørkymla okkum, ið hava áhuga fyri filmi og føroyskari filmsgerð.

Við tað at filmur er nýggjasta listagrein, sum millum siðbundnar listagreinar roynir at finna fótafesti í Føroyum, vilja vit hervið heita á LISA, um at seta hetta evni á skrá.

FILMSFELAGIÐ
Birgir Kruse
Rannvá Jónsdóttir
Ole Wich

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo