Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Áhugaðir keyparar hava sett seg í samband við íslendska felagið Skeljung sum eigur føroyska oljufelagið Magn.

Hesum boðar Skeljungur frá í børsfráboðan.

Skeljungur hevur áður sagt seg sinnað at vilja selja føroyska dóttirfelagið um semja fekst um treytirnar við ein møguligan keypara.

- Og nú ein møguligur keypari hevur víst áhuga, verður mett rættast at kunngerða tøl úr fíggjarætlanini hjá Magn, so at møguligir aðrir keyparar eisini fáa somu kunning, sigur leiðslan í Skeljungi í fráboðanini.

Har sæst millum annað, at Magn hevur budgetterað við einum samlaðum úrsliti uppá smáar 41 milliónir krónur í 2021 í mun til smáar 45 mió kr í 2020. Tá er úrslitið hjá dóttirfelagnum Demich íroknað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo