Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Til landsstýrisfólk og løgtingslimir

11. mars varð boðað frá, at føroyska samfelagið skuldi setast niður í ferð orsakað av koronafarsóttini. Bert ein minniluti av føroyingum eru higartil smittað, enn færri eru vorðin álvarsliga sjúk, og tað fegnast vit um. Vit kunnu vera errin av skjótu og effektivu handfaringini av koronafarsóttini, men eisini mugu vit ásanna, at so at siga allir samfelagsbólkar eru raktir av tiltøkunum, sum myndugleikarnir settu í verk.

Spurningurin er, um vit megnaðu at tryggja heilsuna hjá teimum sárbærastu samfelagsbólkunum. Ein spurningur, ið krevur svar her og nú, og sum væntandi eisini krevur stór átøk og fíggjarliga hjálp í drúgva tíð frameftir. 

Frælsisrættindini skerd
Í einum rættarsamfelagi eru undantaksstøður, tá ið vit mugu góðtaka avmarkingar í persónliga frælsinum hjá borgarunum, sum vit eitt nú hava sæð seinastu mánaðirnar, men við teimum fylgja nógv krøv til myndugleikarnar. 

Eitt av krøvunum er, at tiltøkini eru proportional, og tað merkir, at tiltøkini ikki mugu raka harðari, enn neyðugt. Harafturat er tað avgerandi, at viðkomandi fakbólkar og umboð frá sivilsamfelagnum verða hoyrd og eru við í eftirmetingum av støðuni so hvørt. Eisini  er neyðugt, at tey verða tikin við upp á ráð, tá ið átøk skulu verða sett í verk, sum skulu lofta teimum, ið mistu ella fara at missa fótafestið sum ein beinleiðis ella óbeinleiðis avleiðing av strongu tiltøkunum.

Áhugafelagsskapirnir skulu takast við í arbeiðið frameftir
Í royndini at avbyrgja smittuna og fyribyrgja eini búskaparligari kreppu, stúra vit fyri, at tað í ov lítlan mun verður tikið atlit at teimum samfelagsbólkum, ið frammanundan høvdu avbjóðingar. Eitt nú fólk, ið hava trupulleikar við misnýtslu, álvarsligar sjúkur - likamligar sum sálarligar, avvarðandi hjá teimum, og familjur, har harðskapur og ágangur eru partur av gerandisdegnum. Kanningar vísa, at tað eru sárbærastu bólkarnir í samfelagnum, sum verða harðast raktir. Tað eru tí tey, sum frameftir skulu gjalda hægsta prísin.

Hóast tey flestu nú skjótt kunnu venda aftur til ein líkinda gerandisdag, so kunnu vit vænta, at fleiri fara at fáa mein langt fram í tíðina. Vit óttast, at summi fara at detta niður ímillum og fáa torført við at reisa seg aftur. Vit heita tí inniliga á myndugleikarnar um at taka áhugafelagskapir við í arbeiðið frameftir fyri at tryggja, at øll verða við.

Menniskjansligu avleiðingarnar ávirka langt fram í tíðina
Nú samfelagið spakuliga letur upp aftur, hoyra vit um tað trýst, sum fólk hava livað undir, og bíðilistarnir til ymsu tilboðini vaksa. Støðan er sostatt álvarsom fyri einstaklingin, men eisini er vandi fyri, at tær skipanir, sum skulu lofta hesum fólkunum, verða ovbyrðaðar. 

Stúranirnar um harðskap, misnýtslu og ágang eru veruligar hjá nógvum. Serliga hjá børnum og ungum, sum vaksa upp í familjum við samansettum sosialum avbjóðingum. Eisini eru nógv, sum kenna seg ótrygg í núverandi støðuni og stúra fyri at missa síni kæru. Fyri nógv eru avbjóðingarnar vorðnar størri, nú tey ikki hava fingið tað frírúm, sum dagtilboðini kunnu vera, og tað eru bólkar, sum frammanundan hava trupult við at leita sær hjálp.

Tað kann vera sera trupult at hugsa klárt, at varðveita yvirlit, og at hava orku at seta seg í samband við stovnar og myndugleikar. Sjálvsálitið er undir trýsti, og neyðugt er hjá hesum at fáa hjálp til at síggja ymsu møguleikarnar, ið finnast, umframt stuðul til at samskipa bæði privatar og almennar loysnir.

Summir felagsskapir hava upplivað at áheitanirnar fækka, og eftir umstøðunum hevur hetta verið væntað. Millum annað tí støðan hevur havt við sær, at nógvur ótryggleiki er kring umstøðurnar í heiminum, óvissa er um arbeiðsstøðuna hjá fólki, og onnur samfelagsviðuskifti hava gjørt innrás í teirra hugaheimi. Tí eru millum annað kvinnur og familjur, ið eru ávirkaðar av harðskapi, í einari serliga sárbærari støðu, umframt at tey undir vanligum umstøðum kunnu kenna tað torført at leita sær hjálp. Hjá fleiri av felagsskapunum, hevur avbyrgingin somuleiðis havt við sær avleiðingar fyri tey, sum eru byrjað í viðgerð av ymiskum slag, og nú einki samband hava við viðgerðarstovnin.

Tey eru farin at tosa um sínar kenslur, upplivingar, og tey trauma, sum tey hava verið ella fara ígjøgnum, men standa nú myndaliga talað við einum opnum sári, sum ikki lekist av sær sjálvum.

Barnaverndir kring landið fáa somuleiðis færri fráboðanir, og færri tilvísingar eru til psykiatriina, men hetta merkir sjálvsagt ikki, at minni er at boða frá. Myrkatølini eru væntandi høg, og trýstið fer at koma. 

Aðrir felagsskapir uppliva nógv fleiri áheitanir frá fólki við ymiskum sosialum avbjóðingum og stúranum um eitt nú broyttar lívsumstøður, um væntaðar broytingar, um avvarðandi, sum eru vorðin verri fyri sinnisliga, um økta rúsdrekkanýtslu, um øktan harðskap, einsemi og sjálvmorðstankar. Frætt verður frá fleiri, serliga ungum, sum fyri fyrstu ferð uppliva eyðkenni av strongd vegna broyttu liviumstøðurnar, sum koronakreppan hevur havt við sær. Summi, ið hava upplivað sálarsjúku, siga seg eisini uppliva, at sjúkan vernar í hvørjum.

Væntandi kunnu fleiri teirra fáa tørv á teimum viðgerðum og tilboðum, sum fleiri felagsskapir veita. Neyðugt er at brynja stovnar og felagsskapir til ein størri tørv um stutta tíð. At summi ikki leita sær hjálp og viðgerð í løtuni kann í ringasta føri hava við sær, at eyðkennini kunnu versna og ein kann gerast so sjúkur, at vantandi viðgerð kann gerast drúgv, umframt at sjúkan kann gerast álvarsamari,og tí verri at viðgera. 

Børnini eru serliga sárbær, nú ótryggleiki hevur valdað, og spurningar eru um, hvat tey kunnu vænta, tá ið tey koma aftur á stovn og í skúla. 

Summi av hesum børnum hava undan koronafarsóttini upplivað, at tað kann vera torført at hugsavna seg um heimaarbeiði í heiminum, og seinastu vikurnar við heimaundirvísing kunnu hugsast at hava verið serliga truplar. Felagsskapir vísa á, at børn og ung, sum vaksa upp í heimum við ymiskum sosialum avbjóðingum, hava tað trupult í hesum tíðum við korona. 

Samstundis sum eftirspurningurin er nógv øktur seinastu tíðina hjá fleiri felagsskapum, eru ikki resursir til at hjálpa øllum. Koronakreppan hevur umframt tað gjørt, at fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum er hart rakt. Inntøkugrundarlagið hjá flestu okkara er skert, tí tað er tengt at stuðulvirksemi, sum er útsett ella avlýst. 

Vit heita tí inniliga á myndugleikarnar um at taka áhugafelagskapirnar við upp á ráð, tá ið komandi átøk verða sett í verk soleiðis, at vit tryggja, at røddin hjá teimum sárbærastu verður hoyrd. Eisini heita vit á myndugleikarnar at hjálpa okkum at lofta teimum børnum, ungu, vaksnu og familjum, sum avgjørt hava tørv á okkara virksemi og tilboðum – og vónandi væl betur í komandi tíðina enn higartil.  
 
Amnesty International Føroyar
Barnabati
BERIN
Blái Krossur Føroya/Øll Hava Rætt Til Góð Barnaár
Kreppumiðstøðin Kvinnuhúsið
KRIS
Sinnisbati
Viðgerðastovnurin Frælsi 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo