Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

POSTA: Í sambandi við frímerkjaútgávu við skurðmyndum eftir Joel Cole verður ein áhugaverd framsýning í Müllers Pakkhúsi.

Joel Cole sýnir fram eina røð av 50 skurðmyndum harav tær seks eru útvaldar til frímerkjaarkið: “Gróðursettur – tilflytarasøgur”. Á skránni leygarkvøldið eru røður, livandi tónleikur og lætt ábit.  Posta verður eisini til staðar og møguleiki verður at ogna sær frímerki, bjálvar og plakatir. Øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin er opin til 5. mars 2021.

Nýggj vøkur frímerki frá Posta koma út í dag fríggjadagin, 19. februar 2021
Frímerkjaútgávurnar hesa ferð eru rættiliga ymiskar, men eitt sum gongur aftur er list og landslag. Skurðmyndirnar hjá Joel Cole mynda fyrstu útgávuna, síðan bygdirnar Kirkja og Hattarvík og at enda hevur Eysturoyartunnilin fingið pláss ímillum frímerkjamyndevnini.

Gróðursettur – tilflytarasøgur
Tað at flyta heimanífrá og at búseta seg aðrastaðni, er nakað, sum øll menniskju kenna til. Hetta er tað, sum myndahøggarin Joel Cole – ein føroyskur amerikumaður - fagnar í frímerkjaarkinum “Gróðursettur”, sum myndar seks skurðmyndir.  Hvør einstøk skurðmynd stendur fyri einum ávísum skeiði í tilgongdini frá at vera fremmandur og til at gerast borgari. Hvør einstøk skurðmynd hevur partar bæði úr heimlandinum hjá Cole og úr hansara ættleidda heimlandi.

Kirkja og Hattarvík – tvey andlit av somu oyggj
Fugloy er Føroya eystasta oyggj, og í mun til hinar føroysku útoyggjarnar er hon býtt millum tvær bygdir við heilt ymiskum samleikum. Báðar bygdir eru helst fyrndargamlar, men meðan Hattarvík helst er upprunanavn á bygdini, er navnið Kirkja nýggjari. Upprunaliga navnið hevur møguliga verið Kirkjubøstaður ella Kirkjubólstaður, og Hundabrævið umtalar bygdina sum Bø. Myndir: Fotostudio.

Eysturoyartunnilin – ein landsvegur undir havsins botni
Eysturoyartunnilin lat upp fyri almennari ferðslu tann 19. desembur 2020. Knapt fýra ár frammanundan - í februar 2017 trýsti Henrik Old, táverandi landsstýrismaður, á knøttin, ið loysti fyrsta skotið í størstu tunnilsverkætlan nakrantíð í Føroyum. Tunnilin er gott 11 km langur og knýtir saman Skálafjørðin og Havnina.

Mitt í rundkoyringini undir Saltnesgrynnuni stendur ein yvirvaksin basaltsúla og kring hana hevur listamaðurin, Tróndur Patursson, gjørt ein dansiring úr stáli. Dansandi fólk, upplýst aftanífrá við marglittum ljósi, sum leggja dansandi skuggar á súluna aftanfyri, tá ljósið frá bilunum ber við tey. Ein kend ørindisregla ljóðar soleiðis: ”Ongin treður dansin undir moldum,” men undir havsins botni er onki óført. Myndir: Pf. Eysturoyartunnilin og Ólavur Frederiksen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo