Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hóskvøldið, í annaðkvøld, kl. 20.00 skipar Agape fyri fyrilestri í Vesturkirkjuni. Evnið er: “Tann góða relasjónin”.

Fyrilesturin er um sambandið, vit hava hvør við annan. Hvussu vit knýta sambond og styrkja sambond.

Nomið verður við relasjónirnar, vit m.a. hava við hjúnafelagan, barnið, vinin og starvsfelagan. Hoyrið nærri um, hvussu barndómurin ávirkar okkum, tí sum vit sjálvi eru vorðin møtt og sædd sum børn, verður ein av grundarsteinunum undir okkara evnum  at vera í kontakt og í relasjón við onnur sum vaksin. Øll kunnu hava nakað at læra hesum viðvíkjandi.

Tað er Sigrun Heldarsgarð, sjúkrarøktarfrøðingur og psykoterpeutur, sum hevur fyrilesturin. Øll eru vælkomin!

Nærri tíðindi um Agape á Facebook.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo