Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sissel Berg, sum er dóttir Arnold Berg, skræddara frá Gøtugjógv, rekur handilin Arnold B í Kongsberg. Hon er á veg til arbeiðis, nú VP fær orðið á hana.

- Vit vita einki annað, enn at hin ákærdi, sum í gjár skjeyt og drap fimm og særdi tvey við boga og píli mitt í hesum trygga, lítla býnum, hevur havt samband við psykiatriina.

- Genturnar, sum arbeiða hjá mær eru fjálturstungnar, men hóast sorgina hava vit opið sum vanligt, og tað hava hinir handlarnir eisini.

Jan Egil Kristiansen, sum er úr Kongsberg, men býr í Havn, sigur at hóast býurin í fólkatali kann javnmetast við Havnina, so er sosiala netverkið heilt annarleiðis.

- Í Havn kenna fólk í størri mun hvørt annað, og Havnin er ein høvuðstaður uppá allar mátar, eisini við einum virknum náttarlívi. Kongsberg er hinvegin ein ógvuliga friðarligur býur, har sambondini ikki eru so tøtt og vælvirkandi sum í Havn. Tey kennast ikki so væl, sum her í Havn.

Tey dripnu eru fýra kvinnur og ein maður, sum eru 50 til 70 ár.

-Eg veit, at míni fólk eru trygg. Men tá málnýtslan hjá løgregluni er at nevna ríkisborgararætt, plagar tað at vera húðarliturin og átrúnaður, sum er orsøkin, men einki er sagt um tað enn, sigur Jan Egil, ið fylgir gongdini í býnum, haðani hann er ættaður.

VG gevur Jan Egil rætt og kann nú vátta, at hin ákærdi, sum hveur játtað seg sekan, var islamskur konvertittur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo