Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Akraberg hevur fingið 576 tons í lastina síðani 28. mai tá teir byrjaðu at fiska.

- Hetta hevur gingið bara heilt væl, sigur Erland Olsen, skipari við VP.

Teir eru á eini leið beint eystanfyri markið ímillum Noreg og Russland. Men í morgun er leiðin, har teir fingu tað nógva, stongd av russum vegna skjótivenjingar, so teir hava verið noyddir at førka seg nakað. Men fiskiskapurin er absolut brúkiligur, eisini har sum teir eru nú, sigur skiparin.

- Tað er góður fiskur, og veðrið er eisini gott, sigur hann.

Akraberg lastar 900 tons. 24 mans eru við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo