Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sosialisti líkt spyr Aksel tingmaður Magnus landstýrismann, um oljufeløgini, t.e. kapitalistarnir, okra oljuprísin skýhøgt, nú upp í $ 150 fatið og hækkandi.

Um nakað fantilsi var á hesum spurningi, átti Aksel nú í 8 ár at havt róst og takkað oljufeløgunum fyri tann metlága oljuprísin, heilt niður í $ 26 fatið.

Aksel kundi eisini fílst á landskassans stóra fong, mila kr millum ár og dag frá føroyingum, burtur av bensin- og oljuprísinum.

Okkara árliga 80 mió kr dýra 80% tíðindaduopol, KvF, tøvdi í 3 dagar umrøðuna av Putinsa stórkríggi móti Ukraina til eina ommu og abba í Rituvík.

Veri tey annars hjartaliga vælkomin til Føroya. Tøkk til teirra, ið persónliga royna at hjúkla um tey flýggjandi.

1000 ferðir heldur krígsskakaðar ukrainskar møður og børn til Føroya enn afghanar o.a. muslimar, sum KvF, Jóannis og Ísheim herfyri royndu at lumpa higar, eftir at Biden hevði tveitt frá sær í Afghanistan við $85 mia í vápnavirði.

Vit síggja, lesa og hoyra um ukrainskar pápar, synir og mannfólk annars, sum kyssa kvinnur og børn farvæl á buss- og tokstøðum og sjálvir verja land.

Munur á monnum í Ukraina og so 17-28 ára gomlum islamskum rekavættum, ið bróta inn í EU og eftirlata sinar kvinnur og børn í sjálvgjørdum ravnabølum.

Ná, men aftur til olju, orkuprís og sosialistiskar gorlakkar.

Størsta hóttan ímóti heimsins vælferð í dag er tann senili sosialisturin Biden, hansara demokratiska stjórn (Dems) o.a. klimaterroristar, sum lemja heimin.

Sosialistiskir veðurlagsvargar eiga skyld í, at Putin nú hertekur Ukraina.

Putin gjøgnumskoðaði tann ryggleysa Obama (Dem forseti í USA 2009-2016) og hertók snikkaleysur ukrainsku hálvoynna Krim í Svartahavi í 2014.

Seinasta lokabragdið hjá rasistinum Obama var at loyva Ayatollum í Iran at gera egin atomvápn. USA rindaði Iran $ 1,5 billión í mutri fyri avtaluna. 

Obama mól USA upp í París-avtaluna (2014) um minking av CO2 útláti, sum einki limaland hevur klárað at hildið - uttan USA (10% lækking) undir Trump.

Í 2016 valdu amerikanar endiliga eitt mannfólk, Donald Trump, til forseta, og tá tordi Putin ikki at hertaka ein snøkil av lendi.

Dems hunddálkaðu og jagstraðu Trump í 5 ár, so hann fekk ikki arbeiðsfrið.

Trump meldaði straks USA úr París-avtaluni og segði Iran-sáttmálan upp.

Eitt av brøgdunum hjá Trump var at loyva størri kol, olju- og gassframleiðslu, so USA fyrstu ferð í 60 ár bleiv orkuóheft (útflutti meiri orku enn tað innflutti).

Størri útboð av amerikanskari olju lækkaði heimsprísurin niður á miðal $ 60 fatið í 5 ár.

Ein vanlukka av Biden er, at longu dagin eftir valdstøkuna (21/1/22) stegaði hann XL oljuleiðingini úr Kanada og bannaði feløgum at opna nýggjar og at pumpa gamlar oljukeldur.

Biden er so gaga, at hann trýr sjálvur á veðurlagsbroytingar sum heimsins fremsta deyðshóttan!

USA bleiv aftur netto oljuinnflytari í fjør. Klimafasistar allastaðni fagnaðu skarnsgerðini at minka oljunøgdina á marknaðinum og harvið hækka prísin.

Verri var, at Merkel hevði avtalað við Rusland at økja floymin av russiskum kolvetni ígjøgnum Nord Stream 2 leiðingina í Eystrasalti og gera Týskland  og Evropa upp til 70% heft av skitnari russiskari olju og gassi.

Trump steðgaði Nord Stream 2 í at gerast liðug, men Biden opnaði leiðingina aftur. So kundi Putin byrja kríggið og fíggja tað við tí gass- og oljupríshækking, sum kríggj elvir til.

Eftir 1 ár við Biden herjaði Putin á Ukraina, táið hann hevði tryggjað Ruslandi allan vøru- og fíggjarstuðul úr Kina móti troti av vesturlendskum revsiátøkum.

Kina hertók Hong Kong (8 mió íbúgvar), og Trump fall til forsetavalið, táið Wuhan virusið hevði dripið 400.000 amerikanar og 4 mió onnur fólk.

Xi Jin Ping (eisini sosialistur og partamaður Aksels) hevur stuðlað Putin, síðan áðrenn hann leyp á Ukraina, og eygleiðir, hvussu feik Biden-stjórnin er.

Ryggleysa hvalspýggjan Biden biddaði fyrst Putin(!), síðan muslimska Saudi Arabia(!), Irak(!), nú enntá islamska Iran(!) og sosialistiska Maduro(!) í heljarholinum Venezuela um at pumpa meiri olju, so amerikanski veljarin ikki skrædlar hann og Dems til miðvalini í heyst. (Sum vit gleða okkum til tað).

Nei Aksel. Nú hjálpa ikki mió km2 sólpanel ella mió flákrandi vindmylnur tykkara religiøsu, ‘grønu’ klimafasistum við Gretu Thunberg sum gudinnu.

Nú ræður bara um at økja tað álítandi, deiliga svarta kolvetnið, kol, olju og gass, í ovurmát til at bjarga okkum frá Ruslandi og so frá Kina, Vesturheimsins sosialistiska deyðsfígginda nr. 1.

Aksel skuldi heldur spegla sær í partamanninum Olafi(!), sum tíbetur hevur avloyst grussuna Merkel sum týskur Kanslari. Scholtz hevur endiliga kíkað kravið frá Trump (ikki Biden) um at brúka 2% av týska BTÚ til vápn mót Putin.

Merkel sleiskaði fyri klimaterroristum og lamdi týska orkuframleiðslu við at steingja kol- og kjarnorkuverk (bíligastu, tryggastu og reinastu orkukeldu) og seta mió sólpanel og vindmylnur upp ístaðin, so Týskland nú livir av náði frá Putin og skitnari russiskari olju og gassi.

Endiliga hevur Biden tikið seg saman at steðga amerikanskum innflutningi av skitnari russiskari olju ístaðin fyri meiri reint amerikanskt kolvetni.

Kinesarar bíða, til Putin snikkaleysur hevur kálað demokratiska Ukraina og fíggjað kríggið við eyka inntøkum frá dýrari russiskari olju til USA og Evropa.

So herjar Xi Jin Peng á demokratiska Taiwan fyri pening, sum Kina hevur skuplað inn frá sínum handilsavlopi við og uppkeypi av evropiskum fyritøkum frá korruptum amerikanskum Dems og veikum vesturlendskum leiðarum.

Vestanlond hava ríkað Kina upp við at keypa hvørja magnyl, plastikkleiku, munnbindi, T-skjúrtu, fartelefon, sum vit hava latið teir stjala patentið til og framleiða, og sum teir fíggja sítt komandi kríggj ímóti okkum fyri.

Vesturlendskir sosialistar mæla nú sínum hart kroystu borgarum til at keypa hybrid- og el-bilar, hvørs battarí Kina framleiðir 70% av og alt við kolorku(!).

Vit gjalda enntá skattfíggjaðan studning til hesi el-akfør, sum bara ríkir og ikki meinigir vesturlendingar hava ráð til.

Tey (95% av øllum bileigarum) mugu rinda okkara statskøssum vegskatt, bil-, bensin- og dieselavgjøld fyri statstuðlaðar el-bilar hjá teimum ‘riku’.

Sosialisman er tó tað fúlasta, ið politikarar hava funnið uppá. Ein avleggari av sosialismu er nýggja religiónin, Umhvørvisman, sum koyrir heimin um koll undir falsmerkinum ‘Veðurlagsbroytingar’, ið er reint sosialistiskt valdsvápn.

Og KvF tvassar víðari í síni rangfatan av krígnum í Ukraina og oljuprísum.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo