Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin verður aktivitetsdagur á Torginum í SMS. Skipað verður millum annað fyri dartkapping og pokerkapping. SMS letur gávukort fyri 1500 kr. til bæði dart og poker, og Mojo letur tveyaranum í pokerkappingini ein góðan døgurða fyri tvey á Restaurant 11.

Byrsumúli kemur at vísa fram byrsur og greiða frá síni ítróttargrein, og tú kanst eisini melda teg til skjóting hjá teimum. Haraftrat kanst tú hugna tær við bobb, borðfótbólti og øðrum avbjóðingum fyri tey, ið tora.

Sportigan hevur allan dagin sertilboð upp á fótbóltstroyggjur, og tú kanst fáa títt navn prentað á troyggjurnar á Torginum, umframt at teir fyri borðfótbóltskapping við góðum vinningi.

Hallur Joensen og Kristina Bærendsen syrgja fyri tónleikaliga undirhaldinum gjøgnum dagin.

Ølrenning til Okkara
Seinnapartin kl. 16.00 verður serliga ølrenningin frá SMS til Okkara-sølubúðirnar á Hálsi og í Hoyvík.

Okkara hevur mangt og hvat leskiligt at bjóða, tá rennararnir í  sveittabroti koma á mál. Tí her verður nevniliga ókeypis ølsmakking fyri tey, sum hava runnið, og ein serligur vinningur til tann, ið er fyrstur á mál.

So hita upp til eitt bátastevnuna ella eitt gott kvøld í býnum við ølrenning.

Tilmelding til kappingar og ølrenning kann gerast við at ringja á nr. 595353, í einum privatum boðum á facebookvanganum hjá SMS, ella við at møta til tiltakið á Torginum.

Avmarkað pláss til poker og dart. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo