Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hósdagin 29. oktober skipa dagstovnarnir aftur fyri árliga barnafagnaðinum, har børn úr dagstovnunum í Klaksvíkar kommunu koma saman.

Evnið á barnafagnaðinum í ár er málsliga menningin hjá børnum, og tí verður sjóneykan eisini serliga sett á hetta á sjálvum degnum.

Leiðararnir á stovnunum skipa fyri ymsum ítrivum, sum á ymsan hátt stimbra málsligu menningini hjá børnum. Bøkur og lesnaður er ein týdningarmikil partur av málsligu menningini hjá børnunum, og tí verður upplestur eisini á skránni. Tí fara navnframu sjónleikararnir Hjálmar Dam og Vár Berghamar Jacobsen at lesa upp bøkurnar um Aldu og Vampýrellu fyri børnunum.

Rannvør Isholm hevur nýliga latið bókina um Aldu úr hondum. Hon hóskar væl til barnagarðsbørn, og hósdagin fer Hjálmar Dam at lesa hana hart á barnafagnaðartiltakinum.

Hin bókin er Vampýrella, sum Edward Fuglø gav út í 2011. Vampýrella er er sera vælumtókt millum børn í Føroyum, og á barnafagnaðinum fer Vár Berghamar Jacobsen at lesa søguna um Vampýrellu hart fyri børnunum.

Børnini, sum ganga á stovnunum í Klaksvíkar kommunu kunnu tí gleða seg til ein spennandi dag í Badmintonhøllini hósdagin, har tey sleppa at uppliva eitt sindur av hvørjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo