Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er eingin ivi um, at koronakrisan førir við sær, at arbeiðsloysið fer at eksplodera samstundis sum eftirspurningurin fer at kollapsa í longri tíð, kanska í eitt heilt ár.

 

Tað verður tí eitt sera soltid samfelag, sum skal latast uppaftur.

 

Eigur man so ikki at stýra og regulera samansetingina av tí avmarkaðu arbeiðarafjøldini?

 

Formaðurin í "Økonomisk råd" skjeyt í áðni upp, at Danmark skal fáa tey yngru fyrst aftur í arbeiði bæði tí tey treingja mest, og tí tey brúka mest.

 

Og so lata tey, sum eru omanfyri 40 bíða.

 

Eitt sera skilagott uppskot.

 

Men tað krevur øgiliga stórt dirvi av politikarum.

 

FØROYSKT MODELL

Í tí sera lítla føroyska arbeiðsmarknaðinum kundi man SEINNI farið uppaftur longri og pensionera øll, sum eru yvir 65 ár.

 

So kunnu teirra størv hjálpa nógvum, sum annars aldrin fáa nakað starv í síni livitíð.

 

Tað hevði verið solidariskt samfelagssinni.

 

Virgar T Dalsgaard

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo