Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sjúkrahúsverkið: Nú kunnu fólk í aldrinum 45-54 ár, sum eru í vandabólki, eisini bóka tíð til koppseting. Í morgin kunnu øll, sum eru 45 ár og eldri, bóka tíð á corona.fo.

Yvirlit yvir vandabólkar sæst her.

Persónar í vandabólki hava framíhjárætt at bóka tíð til koppseting. Reglan er, at fyrsta dagin latið verður upp fyri at bóka tíð til koppseting í tí einstaka aldursbólkinum, fáa tey í serligum vandabólkum framíhjárætt at bóka sær tíð - tað kunnu vera fólk við krabbasjúku, sjúku í nervalagnum, lungasjúku, hjartasjúku, diabetes og so framvegis.

Eftir tann dagin kunnu øll, sum hoyra til aldursbólkin, bíleggja sær tíð á jøvnum føti.

Nógv koppingarevni á veg
Í dag kemur sending við fleiri enn 6.500 skamtum av koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech og væntandi kemur sama nøgd aftur um tvær vikur. Hetta er tó ikki endaliga váttað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo