Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ongin ivast í, at tað var ein svørt ólukka sum hendi í farna mánað, tá kendi amerikanski sjónleikarin Alec Baldwin skeyt ein fotograf við eini skambyrsu, sum skuldi havt verið lødd við leysum krúti. Men tað var hon ikki, og fotografurin, Halyna Hutchins, doyði á staðnum av skotinum.

Tað er ein ljósmaður, Serge Svetnoy, sum nú hevur stevnt Alec Baldwin fyri tilburðin. Hann vil hava fíggjarligt endurgjald, men tað er ikki greitt, hvussu stórt endurgjaldskravið er.

Sjálvur sigur Serge Svetnoy, at tað er ikki pengarnir sum fáa hann til at stevna, men tað er tað óskilið sum mangan er í samband við filmsupptøku, sum hann vil gera upp við.

Tey tóku upp til cowboyfilmin "Rust" tá vanlukkan hendi 21. oktober. Alec Baldwin, sum sjálvur var leikstjóri og hevði høvuðsleiklutin, hevur sagt, at upptøkurnar fara ikki at verða uppafturtiknar.

Eygleiðarar siga, at tað er væl hugsandi, at fleiri stevningar eru á veg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo