Amerikanski radioverturin og konspirasjónsteoretikarin Alex Jones er dømdur til at gjalda 4,1 mió. dollarar í endurgjaldi til familju hjá næmingi sum doyði í skúlahópdrápinum í Sandy Hook í 2012.
Jones hevur aftur og aftur tvíhildið um at hópdrápini ongantíð hendu.
Jones hevur ført fram at hópdrápini vóru pallsett av myndugleikunum og vápnamóstøðufólkum, og endurtikið uppáhaldini í sínum radioshowi og á netsíðuni Infowars, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo