Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Stjórnin í Canada, við Justin Trudeau á odda, hevur gjørt av at øll laksaaling í opnum nótum í landspartinum British Columbia, skal verða burtur seinast í 2025. Alivinnan hevur tá einans lokaðar skipanir á landi ella sjónum at dúva uppá.

Og orsøkin til hesa avgerð er einføld, nevniliga at verandi alivinna í opnum nótum ikki er burðardygg á nakran hátt, men niðurlagar javnvágina millum mennisku og náttúru.

Í fleiri áratíggju hevur canadiski lívfrøðingurin Alexandra Norton barst fyri at verja um villa laksastovnin við vesturstrond Canada, og fult stuðlað lokalu íbúgvunum í teirra ynskum, at villi laksastovnurin skal verjast móti fullkomnari oyðing.

Canadiska stjórnin og vanligi borgarin er just hesa tíð vitni til, at eingin laksur kemur í áirnar at gýta, og av somu orsøk reika grizzly bjarnir runt fram við áir og strendur og leita eftir føði. Støðan er blivin so hættislsig at fólk av eintingum lata fisk til umhvørvisfelagsskapir, ið bera hesar út í økini har bjarninar vanligt halda til hesa árstíð. Lívfrøðingar meta at nógvar bjarnir ikki fara at klára vetrarhálvuna, verri enn so, og vilja doyggja í hungri.

Og sama kan roknast við fyri fuglasløg sum ørnina, ið eisini hevur sítt beiti har bjarninar halda til.

Alivinnan í British Columbia og felag teirra BC Salmon Farmers Association er, sum roknast kann við, í øðini, og vísir til ætlanina hjá Justin Trudeau, sum verandi oyðandi og uttan atlit til vísindi og fakta kring alivinnu, og at úrslitið vil hava neiligar búskaparligar avleiðingar fyri gott 7.000 fólk innan vinnuna. Og somu sjónarmið síggjast frá alment settum ”handlangarum” til alivinnuna, ið royna at sáða manglandi vísindaligt trúvirði í álvarsomu støðuna – at villi laksurin hvørvur og at djór, ið í øldir hava havt laksin sum megin føði, nú eru illa avstaðkomin.

Alifeløg í BC hava toyggja seg sum best hevur borið til í nógv ár, og er talan um Mowi, Cermaq og Grieg Seafood. 5 aliøki er longu niðurløgd, og mugu Mowi og Cermaq steingja onnur 17 aliøki, pakka sekkin ella leggja um til lokaðar skipanir.

Neilig árin frá ótálmaðari og óskipanarligari alivinnu á havumhvørvið, næst eisini djór á landi, og ikki minni sjófugl og annan fugl, vil hava við sær eina støðuga og áhaldandi niðurlaging á alt lívfrøðiliga margfeldni í sjónum.

Vit síggja nú prógvini, sum ávarað hevur verið um, at sjúka í sloppnum alilaksi smittar villan laks og annan fisk við. ILA vísti seg at mutera til smittsama og sjúkuelvandi virus, ið ikki letur seg steðga sum t.d. virus í flogfegnaði ella svínaframleiðslu. Sama sæst eisini við PD-sjúkuni, at hon smittar villan laks, og kann hava álvarsasmar avleiðingar á laksastovnin í Norðurhøvum, ið sigst verða farin niður í eina helvt.

Í Noreg og Skotlandi er sera illa statt við laksafisksiskapi í áunum, og er orsøkin alleina óskipaða og illa dálkandi alivinnu fyri at takka.

Hesar dagar er toskur at fáa út fyri fóðurframleiðaranum Havsbrún og við alibrúkini á fjørðinum. Og orsøkin sigst verða manglandi føði har ein partur av toskinum dregur til havs, meðan annar partur kemur inn á firðir og sund og meskar sær í alilaksafóðuri.

Seiðin, tann edeliga fisk, hevur alivinnin gjørt til junk-food, ið kettan ikki eingang vil eta. Og nú kunnu fólk so fáa sær reyðlittan tosk fitaður upp á eitrað GMO soya og rapsolju.

Burðardygga menning og ST-heimsmál um burðardygga umsiting og menning av havtilfingið? Slíkt kann einans Regin Jacobsen, Bakkafrost, og politiskir og alment settir handlangarar tulka sum burðardygd, meðan vanligi borgarin væl dugir at skyna millum shit og kanel.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo