Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tað kom dátt við hjá nógvum at hoyra at alifyritøkan Luna hevur fingið loyvi at ala vestantil á Vágoynni út fyri Víkum.

Eit náttúruøki, ið ber av í vakurleika og har so at siga einasta friðing av serstakari náttúru í landinum er framd sambært Nátúrufriðingarlógini.

Fjallavatn varð friðað tá SEV vildi taka vatnið til brunn til orkuverk, men lukkutíð fekk Føroya Náttúruverndarfelag við góðum stuðuli frá fólki í Vágum sett ein stoppara fyri hesi miklu oyðing.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið loyvi at alast kann út fyri Víkum, og metur opinbart at eingin umhvørvisgóðkenning er neyðugt. Verður hugt eftir hvar aliøki eru løgd út kringum í landinum, sæst at Sørvágsfjørður hevur eitt aliøki nevnt A83 og vestur úr Víkum er annað aliøki nevnt A14. Bæði økini eru løgd í sonevndan alifjørð nevndur C20.

Hvussu komast kann fram til at Sørvágsfjørður og allur vestari partur av Vágum er ein fjørður, er ikki at skilja, men sæst á yvirliti fyri aling, at so at siga allar Føroyar eru lagdar út til "alifirðir" og við hópin av aliøkum.

Løgtingslóg Nr.134 frá 1988 um umhvørvisvernd hevur til kapitul 5 um serliga dálkandi virkir v.m. ásett í § 26, at "fyritøkur, virkir ella útbúnaðir, ið eru at finna í fylgiskjalinum til lógina, mugu ikki verða gjørd ella farin undir, fyrr enn góðkenning er givin til slíkt. Nevndu fyritøkur (herundir aling), virkir, ella útbúnaður mugu ikki víðkast ella broytast byggifrøðiliga ella rakstrarliga á ein hátt, ið nertir við dálakingarviðurskifti virkisins, fyrr enn víðkanin ella broytingin er góðkend.

Somuleiðis verður nevnt í § 27 í lógini, at landsstýrið ásetur reglur um, at verandi fyritøkur og virki skulu søkja um góðkenning, uttan mun til, um tey verða víkað ella broytt.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sum nevnt lagt allar Føroyar út til alifirðir, og við fleiri aliøkum á ymsu firðunum. Aliøki A14 út fyri Víkar má sigast at verða ein víðkan og broyting av verandi virksemi hjá Luna - tí eingin aling er á økinum, og uttan umhvørvisgóðkenning hevur Luna sostatt ikki nakað loyvi at ala út fyri Víkar.

Náttúru- og umhvørvisvernd hevur púrt onga raðfesting, og hevur so at siga aldrin havt eina slíka.

Nátúrufriðingarlógin savnar enn dust í landsstýrinum, og fráboðað er at nú skal lógin leggjast fyri ting, alt meðan niðurlagingin af føroyskari náttúru og umhvørvi á landi og sjógvi bara versnar.

Lógin um umhvørvisvernd verður tamba og toygd og satt at siga missnýtt á grovasta hátt - sjálvt um aðaltátturin í lógini er at "tryggja teir eginleikar í ytra umhvørvinum, ið eru av týdningi fyri heilsufrøðiligu og rekreativu lívskorunum hjá menniskjum og fyri varðveiting av einum fjøltáttaðum djóra- og plantulívi."

Kári Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo