40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Víst eiga vit at ala burðardyggan, vælsmakkandi laks – og víst eiga vit at taka ímóti burðardyggum, heilsustimbrandi tilfeingi, sum sjálv natúran gevur okkum.

Alt annað er uttan vit og skil. Og sum onkur kanska kundi málborið seg: Tað hevði verið stór synd at kasta slíka gávu frá sær.

Amerikanskir millióningar, ið ynskja daggamlan flúgvilaks frá Regini á Bakka, kunnu ikki grundgeva fyri, hví vit føroyingar skulu kasta natúrgivnu gávuna frá okkum – og einki annað eta enn (teirra?) handilsmat, sum ofta er dýrur, heilsuskaðiligur og dálkandi fyri umhvørvið.

Teir eru á hesum øki beinleiðis irrationellir. Teir nýta ongar hollar grundgevingar og leggja líka í sunna siðmenning. Og hava hesir millióningar vit og skil og harafturat kunnleika, so eru teir bart út eirindarleysir, tí teir krevja hetta.

Við  góða laksabitanum á marglætismatstovunum í New York átti eitt kort frá Bakkafrosti at verið lagt við; eitt kort, sum sakliga greiddi frá, at springaratvøst er:

1) ein natúrgivin gáva,

2) tessvegna ein fíggjarligur fongur fyri mangar familjur,

3) heilsugott,

4) og burðardygt,

5) og at halda hvali til er sosialt samansjóðandi og stimbrandi,

6) eins og at eingin dálking fylgir við siðvenjuni.

Eru hasir alilaksaetandi millióningarnir í USA við fult vit (tí flúgvarabensinið úr døgurðapottinum ikki doyvir teir burtur), so skiltu teir greiðu frágreiðingina frá Bakkafrosti.

Vóni undir øllum umstøðum ikki, at tað á nøkrum matarkorti stendur skrivað nøkur fordøming av føroyingum í stíl við hasa fráboðanina frá Bakkafrosti ("Bakkafrost condemns this episode and finds it totally unacceptable").

Lat meg viðmerkja: Eg mæli als ikki til, at hesi marglætisfólk, ið eru so viðkvom á hesum eina øki, fáa eitt annað matarkort/tíðindaskriv, sum ístaðin vísir á strongdan laks, ið dálkar firðir og sund í Føroyum, tí at køstdungar vaksa seg stórar á botninum; dungar sum í longdini kunnu gerast ein umhvørvislig vanlukka. Forboð verður kanska sett fyri at halda grind til, tí firðirnir eru dálkaðir av alivinnu (Ja, sjálvt paradoksini hópa seg upp!).

Og mær lysti at vita, hvør skal reinsa firðirnar: Bakkafrost ella píndi føroyski skattgjaldarin; hann sum ongantíð sleppur at smakka henda daggamla flúgvilaksin, men sum má ofra natúrgivna tvøstið og kanska gjalda fyri uppruddingina?

Í USA hevði tað tá ikki verið óhugsandi, at tey av hesum viðkvomu, ið hava vanligt vit og skil, høvdu sett alilaksabitan í hálsin – ja, kanska allar ringarnar hjá Regini, ið hava breitt seg um firðir og sund okkara alra.

Kendu teir samanhangin, høvdu hesir matstovugestir heldur biðið um at fingið daggamalt springaratvøst – og harvið sannað orðini hjá Sjúrði Skaale, politikara, tá ið hann á donskum sigur: "Vi kan ikke ofre det ene for det andet!"

Høgni Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo