Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um niðurstøðuna og málsviðgerðina hjá Javnstøðunevndini í einum máli, har frisørlærlingur, sum var við barn, varð uppsagdur í royndartíðini.

Klagarin og innkærdi arbeiðsgevarin vóru ósamdir um grundirnar fyri uppsøgnini, og einki var skrivað niður, hvørki frá samtalum um atburð klagarans ella frá samtaluni um uppsøgn. Partarnir vóru ósamdir um, hvat bleiv sagt og ført fram á fundinum, har uppsagnarskjalið bleiv undirskrivað.

Í avgerðini frá oktober 2020 vísti Javnstøðunevndin á, at § 6, stk. 5 í javnstøðulógini ásetur, at verður løntakari uppsagdur ella á annan hátt fyri vanbýti í viðgongutíðini, áliggur tað arbeiðsgevaranum at prógva, at uppsøgnin ikki var grundað á hesi viðurskifti. Vísandi til frágreiðingina frá arbeiðsgevaranum og einum starvsfelaga, og at klagarin ikki hevði víst aftur, at arbeiðsgevarin hevði prátað við hana um ávísa ónøgd við hennara arbeiðsavrik, metti Javnstøðunevndin, at arbeiðsgevarin hevði lyft próvbyrðuna fyri, at hann ikki hevði sagt klagaran úr starvi vegna viðgongu, tí hon var við barn.

Í klaguni varð m.a. víst á, at klagarin ikki varð partshoyrdur um ávís skjøl. Umboðsmaðurin viðmerkti, at kravið um partshoyring er ein garantiregla, og manglandi partshoyring ber sum meginregla við sær, at avgerðin verður ógildað, uttan so at myndugleikin kann prógva, at manglandi partshoyringin ikki hevði nakran týdning fyri avgerðina í tí ítøkiliga førinum. Umboðsmaðurin vísti á, at tá nýggjar upplýsingar vóru í nevndu skrivum, sum kunnu hugsast at hava týdning fyri avgerðina í málinum, átti klagarin, sambært § 18 í fyrisitingarlógini, at fingið møguleika at gjørt viðmerkingar til skrivini, áðrenn avgerð varð tikin.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at javnstøðulógin hevur ikki ásetingar um, hvussu próvførsla skal fara fram hjá Javnstøðunevndini. Eitt nú er ongin áseting, ið heimilar munnligari próvførslu undir vitnisábyrgd. Í hesum máli hevur Javnstøðunevndin sjálv nevnt, at tað er avbjóðandi at viðgera kærur, har orð stendur móti orði, og fatanin hjá pørtunum er sera ymisk.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at í § 11, stk. 6 í javnstøðulógini er heimild hjá Landsstýrinum at áseta nærri reglur um málsviðgerðina hjá Javnstøðunevndini. Nærri reglur eru tó ikki ásettar. Tað er tí ikki greitt, hvussu Javnstøðunevndin eigur at handfara mál, sum kunnu tykjast ivasom at fremja einans við skrivligari próvførslu. Umboðsmaðurin vísti í hesum sambandi á, at í lógini fyri danska Ligebehandlingsnævnet er ásett í § 5 stk. 2, at kærur verða viðgjørdar á skriftligum grundarlagi, og at í § 8 er ásett, at nevndin kann avvísa mál, sum ikki egna seg til viðgerð hjá nevndini.

Ein fyrisitingarmyndugleiki hevur skyldu til at tryggja sær, at málið er nøktandi upplýst, áðrenn avgerð verður tikin. Út frá umstøðunum í hesum máli, helt umboðsmaðurin, at Javnstøðunevndin í viðgerðini av kærumálinum átti at havt viðgjørt, um málið yvirhøvur kundi upplýsast nøktandi á skriftligum grundarlagi, og um málið var egnað til skriftliga próvførslu ella skuldi verið avvíst.

Samanumtikið helt umboðsmaðurin, at tað vóru so mikið grundleggjandi manglar í málsviðgerðini hjá Javnstøðunevndini, at hann gav Javnstøðunevndini eina átalu fyri handfaringina av málinum og heitti á Javnstøðunevndina um at taka málið til nýggja viðgerð.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at hann helt tørv vera á at áseta nærri reglur um málsviðgerðina hjá Javnstøðunevndini. Hann fór tí at senda landsstýriskvinnuni í javnstøðumálum skriv um hetta (LUM 21/05271).

Álitið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo