Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Korona.fo: Endaliga kanningarúrsltið fyri 10. august er nú tøkt. Millum tær 3542 kanningar, sum vórðu gjørdar mánadagin, eru nú heili 13 tilburðir staðfestir. 

Talið av staðfestum tilburðum er bara voksið seinastu dagarnar, og tað eisini sæst í yvirlitinum niðanfyri. 

Hóast fleiri enn 1000 royndir, sum vórðu gjørdar í fyrradagin, ikki eru greinaðar enn, hevur Landslæknin longu staðfest 3 tilburðir. Endaliga kanningarúrslitið fyri týsdagin 11. august, verður tøkt skjótast gjørligt. Heitt verður tí á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit eru tøk.

       
Dato fyri kanning Kanningar  Positivar  Bíða eftir úrsliti
03.08.20 717 2  
04.08.20 948 14  
05.08.20 2286 38  
06.08.20 2804 16  
07.08.20 4521 11  
08.08.20 3462 7  
09.08.20 2269 10  
10.08.20 3542 13  
11.08.20 1500+ 3 1085

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo