Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Men tað mest týðandi nú er at hyggja frameftir, segði Jørgen Niclasen í samrøðu við Útvarpið, í sambandi við at fútin hevur slept málinum um Landsverk og starvsfólk á stovninum, sum Heðin Mortensen meldaði.

 

- Tað mest týðandi og allar fyrsta beint nú er at hyggja fremeftir og tryggja at slíkt ikki endurtekur seg.

 

- Hitt er at hyggja aftureftir og havi eg biðið fyrisitingina um at nærlesa niðurstøðuna hjá fútanum.

 

- Sum eg lesi niðurstøðurnar so eru tær óvanliga greiðar og er tað týðiligt at allar kanónir í grundgevingunum verða vendar móti landsstýrinum og tað verið seg bæði móti undanfarna mentamálaráðharra, undanfarna samferðslumálaráðharra og móti undanfarna æøgmanni.

 

- Tey vóru ávarað og tey gjørdu einki við tað, segði Jørgen Niclasen, í viðmerking við Útvarpið klokkan 18 í kvøld.

 

Hoyr tíðindini her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo