Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

- Hugsa um hvussu jaliga ávirkan 60 sekund kunnu fáa á egna lív títt, og lívið hjá øðrum, skrivar enska fótbóltssambandið í tíðindaskrivi.

Tí avgjørdi fótbóltssambandið í fjør at dystarbyrjan um vikuskiftið verður 12.31, 15.01, 17.31 í dag, og 14.01, 16.01, 18.16 í morgin og 19.56 mánadagin.

Átakið er í samstarvi við felagsskapin Heads Up, sum skipar fyri herferðini «Every Mind Matters» saman við myndugleikunum. William prinsur er eisini við í átakinum.

– Sjálvt um tað at útseta ein dyst 60 sekund er eitt einkult átak, so gevur tað okkum ein ríkan møguleika at fáa týðandi boðini út um mentala heilsu. Vit vita at serliga menn hava ikki so góðan hug at tosa um evnið, og tá er tað týðandi at vit kunnu brúka fótbóltin sum eitt amboð, sigur FA-sjefurin Mark Bullingham.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo