Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Týsdagin 17. august var innslag í Degi og Viku um nýggja handilshøli á veghæddini í Biskupstorgi.

Har kom tað fram, at samlaða húsaleigan fyri handilshølini er 900.000 kr. um árið - ella 75.000 kr. um mánaðin.

Borgarstjórin var nakað kroystur yvir gjørdar gerðir, men lat kortini koma fram, at roynt verður at selja handilshølið.

Hann var tó ikki so sannførandi um vónirnar til at tað fór at eydnast at selja. Hann man óivað hava orsøk til tað.

Hvussu áhugavert man tað verða fyri fólk/íleggjarar?

Í innslagnum kom fram, at samlaða húsaleigan er 900.000 kr. árliga. Harav skal trygging, víðlíkahald v.m. dragast frá.

Um ein íleggjari krevur 5,5% avkast, ja, so skal prísurin ikki verða hægri enn 9-12 mio. kr.

Ella við øðrum orðum, rindar Klaksvíkar Kommuna í øllum førum 24-28 mio kr. ov nógv.

So kann man spyrja. Er tað rætt, at klaksvíksjingar skulu rinda fleiri mio. kr. ov nógv í skatti.

Klaksvíksjingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo