Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrst í komandi ári letur nýggjur depil í Hoyvík upp, har gomul, umframt umlætting, kunnu fáa venjing, so tey er betur fyri at vera í egnum heimi.

Eisini hevur kommuna samtykt at byggja nýggjan eldradepil í Kollafirði, har 24 – 30 fólk kunnu búgva.

Tað er gleðiligt, tí allur bati bøtir, men støðan er ring í Havnini tá talan er um okkara gomlu, ið ikki longur eru før fyri at búgva heima. Tað er ikki bara tey gomlu tað gongur út yvir, men øll familja er hart rakt, og hjá nógvum er gerandisdagurin í knúsi.

Vit gerast fleiri og fleiri gomul, og  vit liva eisini longri og longri, so tað er allneyðugt beinanvegin at gera eitt nýtt ellis- og røktarheim, ið er á stødd við Lágargarð og Boðanesheimið.

Kostnaðurin er nakað omanfyri 100 mió. kr. so, umráðandi er, at kommunan setur í minsta lagi 30 mió. kr. av til endamálið á komandi fíggjarætlanum.

Eg komi at skriva fleiri greinar um eldraøkið, tí eg meti avgjørt, at tað økið má og skal setast fremst, tá íløgur skulu gerast í kommununi  komandi árini.

Eldraøkið er yvirtikið av kommununum, og tað er stór skomm, at Tórshavnar Kommuna kanska er tann kommunan í landinum sum er verst fyri á hesum øki.

Jan Christiansen, Listi A

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo