Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur um barnavernd, settur landsstýrismanninum við almannamálum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS §52 a)

1. Fær Almannamálaráðið áheitanir og fráboðanir vegna ónøgd við málsviðgerð, mannagongdir og avgerðir í barnaverndarmálum?

2. Um ja, hvat eru vanligu orsakirnar til hesar áheitanir og fráboðanir, hvussu nógvar hava tær verið í tali seinastu 5 árini, og hvussu verða tær viðgjørdar í ráðnum?

3. Metir landsstýrismaðurin, at verandi kæruskipan á økinum er nøktandi?

4. Hvussu fremur landsstýrismaðurin sítt eftirlit við ávikavist kommununum og Barnaverndarstovuni, sambært § 67 í barnaverndarlógini?

5. Hvat heldur landsstýrismaðurin um status á barnaverndarøkinum eftir 15 ár við barnaverndarlógini?

6. Er tørvur á eini eftirmeting av verandi skipan og lóggávu á barnaverndarøkinum?

Svar:

Til nr. 1
Almannamálaráðið fær við jøvnum millumbilum áheitanir og fráboðanir vegna ónøgd við málsviðgerð, mannagongdir og avgerðir í barnaverndarmálum

Til nr. 2
Orsakirnar til áheitanir og fráboðanir í barnaverndarmálum snúgva seg um nógv ymisk viðurskifti, og til ber ikki at siga nakað nærri um, júst hvørjar tær mest vanligu orsøkirnar eru til hesar áheitanir og fráboðanir. Seinastu 5 árini hevur Almannamálaráðið skrásett 30 mál um áheitanir og fráboðanir frá privatpersónum og felagsskapum/myndugleikum um ónøgd við málsviðgerð, mannagongdir og avgerðir í barnaverndarmálum. Í onkrum málum eru fleiri áheitanir um sama barn ella mál. Allar áheitanir og fráboðanir verða skrásettar í journalskipanini sum innkomin mál. Málið verður viðgjørt á tann hátt, at mett verður um, hvørt myndugleikin, ið málið snýr seg um, hevur hildið galdandi lóggávu á økinum ella ikki, sí eisini nærri svar til nr. 4.

Til nr. 3
Avgerðir, ið eru tiknar av myndugleikum sambært barnaverndarlógini, tó undantiknar avgerðir, tiknar av Høvuðsbarnaverndarnevndini, kunnu kærast til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum sambært § 65 í barnaverndarlógini. Avgerðir, tiknar av Høvuðsbarnaverndarnevndini, kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika, men kunnu – eins og allar aðrar avgerðir á økinum – leggjast fyri Føroya rætt. Afturat hesum er møguleiki at klaga avgerðir og viðferð hjá barnaverndartænastum til Løgtingsins Umboðsmann. Umboðsmaðurin fær regluliga klagur á økinum. Soleiðis sum skipanin er bygd upp við kæru- og klagumyndugleikum, sum myndugleikarnir hava skyldu at vegleiða borgararnar um, og eini óheftari Høvuðsbarnaverndarnevnd hevur landsstýrismaðurin ikki orsøk til at halda, at verandi kæruskipan á økinum ikki er nøktandi.

Til nr. 4
Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur, við heimild í § 67 í barnaverndarlógini, eitt lógarásett eftirlit á økinum. Sambært § 67, stk. 1 í lógini, so hevur landsstýrismaðurin eftirlit við, um myndugleikarnir fylgja ásetingunum í barnaverndarlógini og teimum reglum, ið eru ásettar við heimild í lógini. Talan er um eitt rættargildiseftirlit (legalitetstilsyn). Hetta merkir, at ráðið fremur eftirlit við, at lóggávan á økinum verður hildin. Henda avmarkingin ber í sær, at ráðið eitt nú ikki hevur eftirlit við, hvørt ein avgerð er rímilig og/ella skynsom, men einans, um lóggávan er hildin.

Eitt eyðkenni fyri rættargildiseftirlitið er, at myndugleikin kann útinna tað av sínum eintingum. Hetta merkir, at eftirlitið ikki er treytað av eini áheitan uttanífrá, men kann velja sjálvt at fara til verka. Orsøkin til, at farið verður til verka, kann kortini vera t.d. ein áheitan frá borgara ella øðrum myndugleika, ella tí at eftirlitsmyndugleikin á annan hátt gerst varugur við eitthvørt mál, ið eigur at vera viðgjørt. Áheitan uttanífrá gevur kortini ikki eftirlitsmyndugleikanum skyldu til at taka málið upp til viðgerðar. Sum partur av eftirlitsmyndugleikanum hevur Almannamálaráðið áður framt fráboðaðar eftirlitsvitjanir á barnaverndarøkinum.

Til nr. 5
Barnaverndarøkið hevur, síðani nýggja lóggávan kom í gildi 1. januar 2006, verið í støðugari menning. Tað hevur tikið tíð at venja eina nýggja fyrisiting, bæði í kommunalu barnaverndarsamstørvunum og hjá landsmyndugleikum. Fleiri lógarbroytingar eru gjørdar, síðani lógin kom í gildi, serliga umfatandi var broytingin í 2012 aftaná lógarásettu eftirmetingina. Síðani er lógin broytt fleiri ferðir, tá tørvur hevur verið á hesum. Lóggávan og praksis verður tillagað so hvørt, sum mett verður, at hetta er neyðugt. Landsstýrismaðurin metir, at status á barnaverndarøkinum í dag í allar flestu førum er tann, at økið livir upp til endamálið, sum er at tryggja øllum børnum, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at tey fáa hjálp við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Til nr. 6
Landsstýrismaðurin er í regluligum samskifti við allar partar á økinum til tess at virka fyri, at lóggávan tryggjar, at endamálið við skipanini kann røkkast. Ásannast má, at neyðugt er við tøttum samstarvi og samskifti millum allar aktørar á økinum, og metir landsstýrismaðurin, at eitt skipað samstarv hevði bøtt munandi um tey ivamál og ta ónøgd, ið til tíðir eyðkennir umrøðuna av barnaverndarøkinum. Hvørt hetta skal skipast sum ein eftirmeting ella eitt skipað samstarv hevur landsstýrismaðurin ikki eina avgjørda meining um í løtuni, men greitt er, at á einum so týdningarmiklum øki sum barnaverndarøkinum er altíð tørvur á, at økið verður eftirmett, so ella so.

Tórshavn, 14 september 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo