Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Herfyri hevði Eyðun Eliasen, arkitektur, framløgu á borgarafundi í Vestmanna um, hvussu gamli kirkjugarðurin í bygdini kann umskipast, so fleiri kunnu gravast har. Tað heilt serliga fyri henda kirkjugarðin er, at so at siga allir vestmenningar, til allar tíðir, liggja í hesum eina og sama garði - nakað sum annars helst ger seg galdandi í nógvum bygdum í Føroyum.

Fyri nøkrum árum síðani gjørdi kommunan ein nýggjan kirkjugarð, á Knúgvum, men har er eisini fult innan fá ár, og tí verður nú leitað aftur í gamla kirkjugarðin sum er har, ið kirkjan stendur. Eftir eina møguliga umskipan, fer tørvurin á gravplássum at verða nøktaður í eini 20-25 ár fram í tíðina, sigur kommunan á heimasíðuni.

Borgarafundur var 2. juni, har Eyðun Eliasen greiddi frá sínum uppskoti. Og nú hevur kommunan gjørt av, at øll skulu sleppa at siga sína hugsan. Freistin er 1. juli.

Framløgan hjá Eyðun Eliasen við skitsum v.m. er at síggja her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo