Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Áðrenn 1958 høvdu vit ellisrentuna. Hon var ein olmussuskipan, har fólk skuldu søkja um hesa veiting, og í tí sambandinum skuldu tey vigast. Tað var ein mannminkandi skipan.

So kom Petur Mohr Dam við fólkapensiónini í 1958. Tá var staðfest, at allir føroyingar høvdu rætt til fólkapensión. Tað bleiv ein rættur fyri øll og ikki ein olmussa, har fólk skuldu viðgerast og vigast, áðrenn tey fingu nakað.

Tey fyrstu árini stóð á skattauppgerðini, hvussu nógv var trekt til pensión. Hetta bleiv burtur eftir eina tíð, og pengarnir fóru í stóra pott, uttan at man visti hvussu nógv av tí fór til pensión.

Fólkapensiónsskipanin varð forsømd í longri tíð. So kom eitt frambrot á hesum økinum, tá Samhaldsfasti varð stovnaður. Hetta hendi meðan eg sat í landstýrinum í 1991. Tað er ein fín skipan, sum partarnir á arbeiðsmarkanðinum vara av. Samhaldsfasti byggir uppá sama principp sum fólkapensiónin, har fólk gjalda inn eftir mátti og øll fáa tað sama út. Hann er í dag eitt gott ískoyti til fólkapensiónina.

Eins og fólkapensiónin, so er útgjald úr Samhaldsfasta ein rættur, har eingin skal olmussuvigast, fyri at fáa burturúr. Tað er ein rættur til øll, eins og fólkapensiónin hjá Petur Mohr Dam var tað.

Samhaldsfasti er ein sólskinssøga. Eg veit, at man í borgarligu flokkunum hevur havt ilt av samhaldsfasta. Tí undrar tað meg ikki, at man nú ætlar at avlíva hann, men tað má bara ikki henda. Hvi skal man fara at oyðileggja nakað, sum hevur riggað fínt í næstan 30 ár? Jørgen Niclasen kann fara í holt við 100 onnur ting í hesum samfelagnum, sum ikki rigga sum tey skulu.

Mín vón er, at fakfeløgini og føroyingar annars sláa ring um Samhaldsfasta.

Vit mugu ikki loyva Fólkaflokkinum at senda fólkapensiónina hjá Petur Mohr Dam í grøvina aftaná meiri enn 60 ár, og samstundis at avmontera Samhaldsfasta eftir knapt 30 ár.

Koma vit aftur í støðuna, har almenn pensión ikki longur verður ein hvørsmansrættur, hóast man hevur goldið helvtina av sínari inntøku í skatti alt sítt lív, so fara vit aftur í mannminkandi støðuna áðrenn 1958. Ein støða, har fólk skulu vigast og viðgerast, áðrenn tey fáa nakað burturúr. Tá verður ein almenn pensión aftur ein olmussa og ikki ein hvørsmansrættur.

Snøgt sagt, so verða pensionistar í almennu skipanini olmussudýr.

Thomas Arabo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo