Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetrið: Jóan Pauli hevur í mong ár starvast á Fróðskaparsetrinum. Hann var formaður í Setursráðnum, tá ið Setrið enn var akademi, og  hann hevur í tveimum umførum verið rektari á universitetinum Fróðskaparsetur Føroya.

Vísindaliga hevur hann gjørt vart við seg sum siðsøgugranskari og hevur lagt mong týðandi verk úr hondum, eitt nú Færøske sluppfiskere, Fiskafólk, um brúdleyp í I ærlige brudefolk, um grindadráp í Pilot Whaling in the Faroe Islands og nú seinast um matvanar okkara í stórverkinum Bót og biti, ið kom út í fjør, og sum hann fekk M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn fyri.

Jóan Pauli var formaður í nevndini, ið gjørdi uppskot til føroyska grundlóg ella stjórnarskipan, sum arbeiðið seinni kallaðist.

Harafturat hevur hann skrivað hópin av greinum, bæði vísindaligar og fólksligar. Hann er eisini virkin í mest nýtta sosiala miðlinum  um okkara leiðir, Facebook. Jóan Pauli er við øðrum orðum ein maður við fjølbroyttum gávum og áhugamálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo