Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá Tórshavnar kommuna t.d. skal byggja út á t.d. Stórutjørn, so má Tórshavnar kommuna keypa landsjørðina frá tí almenna. Sambært løgtingslóg um landsjørð fyrisitur Búnaðarstovan alla almenna jørð og er seljari vegna tað almenna.

Keypspeningurin verður fluttur á festikontu. Festarin eitist at hava rætt til endurgjald. Og festarin kann eisini mótmæla, og so fer ein long málsviðgerð í gongd við hoyringum og freistum, sum kunnu taka ár.

Hvussu prísurin verður útroknaður er ein gáta. Tað er landsstýrismaðurin, sum í kunngerð ásetir jarðarprís og endurgjøld fyri mist bit o.a. Jarðarprísurin verður endurskoðaður triðja hvørt ár – men Búnaðarstovan hevur heimild at víkja frá prísinum.

Grasið grønari í Havn
Nú kundi ein hugsað, at jørð er jørð. Men almenn jørð er av eini ella aðrari orsøk nógv dýrast í Havn, bæði hagi, sum ikki kann dyrkast, og gott og velt lendi. Grasið í Havn er grønari enn aðrastaðir og tað almenna er sostatt við til at økja um húsaprísirnar í høvuðsstaðnum.

Dyrkingarbært lendi í Havn er t.d. tríggjar ferðir so dýrt sum lendi millum bygda og um 25% dýrari enn í Klaksvík ella Runavík. Lendi, sum liggja serliga væl fyri, verða príssett eftir meting, og kunnu tí verða uppaftur dýrari.

Privatjørð hevur onki prísloft og kann verða ómetaliga kostnaðarmikil í høvuðsstaðnum.

Stóratjørn og Skansabryggjan
Fyri at fara undir útstykkingina við Stórutjørn skal Tórshavnar kommuna gjalda um 100 miljónir fyri lendið. Byggibúningin av einum slíkum øki kostar fleiri 100 miljónir. Við byggibúning, vegum, kloakkering o.ø tosa vit helst um eina hálva miljard.

Tað merkir, at Tórshavnar kommuna skal gera eina íløgu í Stórutjørn, sum svarar til útbyggingina av Skansabryggjuni á Eystaruvág, áðrenn eitt einasta hús er bygt í økinum.

Við Stórutjørn verða eitt stað millum 1000 og 1200 búeindir, alt eftir hvør loysn verður vald. Og burturav hesum skal kommunan selja til feløg, sum fáa eitt kostnaðarmikið útgangspunkt, um byggjast skal fjølbroytt og bíliga.

Størsti trupulleikin er, at tá kommunan er liðug at stykkja út og grundøkini skulu seljast, so verður byrjunarstøðið hjá keyparanum so kostnaðarmikið, at longu tá loypir ketan av. Ein av orsøkunum er høgi prísurin á landsjørð.

Hetta kann tað almenna gera nakað við.

Tað almenna eigur at trakka til, í fyrsta lagi við at lækka ella javnseta prísin á landsjørð, so í minsta lagi byrjunarstøðið verður eins og aðrastaðni. Tað kann heldur ikki vera nøkur meining í, at Búnaðargrunnurin liggur inn við fleiri hundrað miljónum, sum stórt sæð er óvirkin kapitalur.

Almenni prísurin kappingaravlagandi
Jarðarprísurin verður dagførdur javnan og er ymiskur, alt eftir hvar í landinum, lendið liggur.

Landið eigur umleið helmingin av allari jørð í Føroyum, og tað hevur tí stóra ávirkan, hvør príspolitikkurin hjá landinum er.

Sera stórur prísmunur er í støðum millum landsjørð og ognarjørð, sum privat selja.  Hetta hevur við sær, at eftirspurningurin eftir landsjørð er sera stórur.

Neyðugt er tí at hava fyrilit fyri marknaðarprísinum fyri jørð, tá ið prísurin á landsjørð verður ásettur. Tað almenna eigur ikki at leggja seg á odda við høgum lendisprísum.

Og tað liggur púra fast, at verður ov stórur munur millum prísirnar á landsjørð, alt eftir hvar í landinum vit eru stødd, so verður prísurin eisini kappingaravlagandi.

Og við verandi høga prísi í høvuðsstaðnum virkar prísurin til, at útgangsstøðið verður ov kostnaðarmikið til at byggja bíligari íbúðir til tey, sum hava størsta tørvin.

Hetta eigur at verða broytt.

At kalla hvønn dag tosa løgtingsfólk og onnur innan almennu fyrisitingina um at útvega bílig hús og bíligar íbúðir. So upplagt er at byrja hjá tí almenna.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo