Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Til tess at varpa ljós á demens sjúkurnar og avbjóðingarnar,ið standast av teimum, skipar Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum fyri almennum fundi í Skála skúla týsdagin 24.05.16 kl. 19.00 - 21.30.

Tað verður Sofus Joensen, serlækni í psykiatri, sum kemur at leggja fyri, har hann greiður frá um demens sjúkurnar.

Forkvinnan í Alzheimaerfelagnum Halldis Joensen tosar um virksemið hjá Alzheimerfelagnum og avbjóðingarnar hjá familjuni, tá ein av teirra kæru fær eina demens sjúku.

Økistænastan hevur ætlanir um at menna tænastuna á demensøkinum og við tí stuðla uppundir heildarætlanina um eitt demensvinarligt samfelag, og verður tað Kristbjørg Toftegaard, demenssamskipari, ið kemur at greiða frá nýggja dagtilboðnum á Skála, sum ætlandi letur upp í næstum.

Sangur og tónleikur verður eisini á skránni – og verða tey bæði, Niels Midjord og Eilin Hansen, ið koma at framføra.

Kaffimunnur við onkrum góðum verður eisini at fáa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo