Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í september samtykti býráðið í Tórshavnar kommunu ein umhvørvispolitikk. Tórshavnar kommuna bjóðar nú áhugaðum borgarum og felagsskapum til almennan fund um umhvørvispolitikkin.

Umhvørvispolitikkurin stingur út í kortið, hvussu vit í øllum virksemi taka atlit at umhvørvinum.

Tórshavnar kommunu arbeiðir áhaldandi við verkætlanum, sum eru umhvørvinum at frama. Nógvar avbjóðingar eru á umhvørvisøkinum, tí er tað umráðandi, at Tórshavnar kommunu nú hevur orðað ein umhvørvispolitikk, har ítøkilig mál eru sett á økjum sum orku, burturkasti og endurnýtslu.

Hetta er eitt týðandi stig á leiðini soleiðis, at umhvørvið verður raðfest enn hægri.

Tiltakið er alment og verður mikukvøldið 23. november 2016 kl. 19.00 í Öström. Te og kaffi verður at fáa.

Skrá:
1. Vælkomin
2. Framløga um umhvørvisarbeiðið í Tórshavnar kommunu
3. Framløga um umhvørvispolitikkin og stevnumið
4. Stutt framløga um plastdálking ísv. Umhvørvisvikuna 2017
5. Viðmerkingar, hugskot og orðaskifti

Til ber at lesa samtykta umhvørvispolitikkin HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo