Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í samband við allan hurlivasan av at lýsingar IKKI skuldu vera at síggja ella hoyra í KVF.

Tá landsstýriskvinnan Rigmor Dam - fyrrverandi starvsfólk í Miðlahúsinum - undan jólum legði fram uppskot um at taka lýsingarnar frá KVF, var eitt ramaskríggj at hoyra frá lýsingarvinnuni og handilsvinnuni, tí útvarpspallurin mátti standa opin og sjónvarpspallurin skuldi fáa frið, tí annars so fóru allar sv-lýsingarnar á Facebook og YouTube.

Úrslitið gjørdist, at uppskotið varð broytt, soleiðis at KVF slapp at hava lýsingarnar, men inntøkurnar skuldu fara í tveir grunnar.

Samstundis so varð eitt inntøkukrav sett, upp á 2,1 mió. krónur.

Men hetta dámdi illa Eiriki Lindenskov, blaðstjóra í Miðlahúsinum, tí at so fór kappingin framhaldandi at vera har, og er tað nakað sum javnaðarblaðstjóranum hjá Rigmor ikki dámar, so er tað kapping.

Úrslitið gjørdist so aftur, at uppskotið varð broytt. Nú soleiðis, at einki inntøkukrav fylgdi við, sostatt skuldi KVF bara hava pallarnar opnar og fær ikki eina krónu afturfyri.

Harumframt loysti man lýsingarinntøkurnar frá uppskotinum, soleiðis at nú vera pengarnir í grunnunum, beinleiðis játtaðir av fíggjarlógini.

Ergo, man hevur syrgt fyri at KVF ger minimalan innsats á lýsingarøkinum, við tað, at KVF nú bara hevur eina uppgávu, sum gevur KVF meira umsiting.

Sum ein og hvør leiðsla hevði gjørt, so hevur KVF niðurraðfest hesa uppgávu, við at koyra prísin NÓGV upp og taka forhandlara/ og stórkunda avslátturin burtur, so at hvørki vanlig handilsrekandi ella lýsingarstovur hava áhuga í at brúka pallarnar, tí tað simpulthen er ov dýrt.

Taparin er í fyrsta umfari lýsingarvinnan og handilsvinnan, men í síðsta enda brúkarin.

Hetta er nú vorðin ein almennur stuðul til privatu útvarpsstøðirnar og bløðini, bæði við beinleiðis fígging og við at avlaga eitt kappingarelement.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo