Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

SEV: Leygardagin 9. oktober verður savnið á elverkinum í Botni opið fyri almenninginum. Eisini er bókaframløga á skránni.

Gamla turbinuhøllin í Botni, sum hevur 100 ár á baki, er nú karmur um forvitnisligt savn, sum verður opið fyri almenninginum fyri fyrstu ferð leygardagin kl. 14.00 – 17.00.

Kl. 15.00 flyta m.a. borgarstjórin í Vági og umboð fyri SEV fram røðu, kórið Ljómur syngur, og harumframt verður bókin ‘Elektrisitet í 100 ár’, sum Poul Andreasen hevur skrivað løgd fram.

Skipað verður fyri gongutúri við ferðaleiðarum ’100 ár aftur í tíð’ frá vindmyllulundini í Porkeri oman í Botn. Farið verður til gongu kl. 12.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo