At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Amnesty skipar fyri almennum tiltaki um Ísland og kvotaflóttafólk.

Tiltakið er alment og verður í Posthúskjallaranum í Tórgøtu 8 í Havn hóskvøldið tann 27. apríl kl. 19.30.

Sum liður í arbeiðinum at lýsa flóttafólkaevnið, hava vit bjóðað tveimum umboðum úr Íslandi at greiða frá, hvussu Ísland hevur átikið sær leiklutin at hjálpa kvotaflóttafólki seinastu nógvu árini.

Endamálið við kvøldinum er at skapa innlit í kvotaflóttafólkaskipanina hjá ST og at fáa eina mynd av, hvussu Ísland hevur samstarvað við ST um at hjálpa nøkrum útvaldum menniskjum í neyð.

Linda Rós Alfreðsdóttir hevur arbeitt við evninum seinastu 10 árini sum fultrúi í íslendska vælferðarmálaráðnum, og hon fer at greiða frá íslendsku skipanini við kvotaflóttafólkum, og hvussu myndugleikar og sivilsamfelag átaka sær hesa avbjóðing saman við m.a íslendska Reyða Krossi.

Síðani fer Zahra Mesbah at greiða frá hennara upplivingum. Zahra kom til Íslands saman við systur síni og mammu síni sum kvotaflóttafólk úr Afganistan í 2012. Hon fer at greiða frá sínum persónligu upplivingum við at gerast partur av íslendska samfelagnum, og hvussu íslendingar hava tikið ímóti henni, systur og móður.

Kvøldið verður stýrt av Una Holm Johannesen, sum fer at seta upplegghaldarunum spurningar, eins og áhoyrarar sjálvsagt eisini fáa høvi at seta spurningar.

Sí eisini heimasíðuna: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo