Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er gleðiligt at frætta, at landsstýrismaðurin í vinnumálum nú ætlar í løgtingið við einum lógaruppskoti, sum skal tryggja atgongdina hjá vanliga borgaranum til at ferðast í náttúruni. Hagafelagið hevur fleiri ferðir víst á, at tað er týdningarmikið at fáa staðfest hendan rættin í lóg.

Enn kenna vit ikki innihaldið í uppskotinum. Í løgmansrøðuni á ólavsøku segði løgmaður, at ”Í heyst leggja vit uppskot fyri tingið, har vit vilja finna røttu javnvágina við landbúnaðinum øðrumegin – og rættinum at ferðast í náttúruni hinumegin. Øll skulu kenna seg trygg við ætlanirnar”.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum segði við Kringvarpið fríggjadagin, at ”Vit fara frá tí at tað bara verður loyvt at ganga á bygdagøtunum í haganum til at tú kanst í prinsippinum ganga allastaðni uttangarðs”. Landsstýrismaðurin legði tó aftrat, at nøkur støð og ávís tíðarskeið verða avmarkingar, t.d. tá farið verður á fjall, ella tá haruskjóting er.

Hagafelagið heldur tað vera umráðandi at tryggja rættindini hjá borgarunum at fara í hagan, úr fjøru niðan á fjallatind, og at vit verja náttúruna. Føroyingar hava drúgva siðvenju at leita sær í hagan og eru tætt knýttir at náttúruni: Sunnudagstúrar við familjuni, fjallatúrar við vinfólkum ella kvøldartúrar í einsemi at njóta fuglaljóð, havsins andadrátt og litspælið í fjølbroytta plantulívinum. Ein týdningarmikil partur av okkara uppaling, mentan og samleika liggur í sambandinum við náttúruna. Náttúran er eisini av alstórum týdningi, tá tað snýr seg um likamliga og sálarliga heilsu.

Seinastu árini hava fólk tíverri upplivað, at ivi er sáddur um møguleikar og rættindi at fara í hagan. Summastaðni verður gjald kravt fyri at fara út um bøgarðarnar. Eitt sera óheppið rák, sum fær ta avleiðing, at tað ikki longur verður natúrligt hjá uppvaksandi ættarliðnum at leita sær í hagan. Hagafelagið metir tað tí vera av stórum týdningi at tryggja rættin hjá landsins borgarum til náttúruna, har atlit sjálvandi skulu takast til landbúnaðarvirksemi og náttúruvernd.

Hetta eigur at gerast við at:
• Staðfesta hvørsmansrættin hjá føroyingum í lóg á sama hátt sum okkara grannalond, t.d. Noreg, Ísland, Svøríki og Skotland

• At seta bann fyri at hagar taka atgongugjald frá føroyingum at fara í hagan (túrar við ferðaleiðara tó undantiknir)

Hagafelagið fegnast um, at eitt uppskot um at tryggja rættindini hjá fólki nú er á veg í løgtingið. Og hetta er eisini heilt í tráð við vallyftini hjá løgmanni og formonnunum í politisku flokkunum. Í formansrunduni í sjónvarpinum 6. august – tríggjar vikur fyri løgtingsvalið – søgdu floksformenninir í stóru flokkunum á tingi, at føroyingar skulu kunna ferðast frítt í náttúruni.

”Føroyingar skulu hava frítt at ganga í haga og fjøru. Ongin ivi um tað” og ”…tað er ongin ivi um, at vit sum politisk skipan eiga at tryggja at hvørsmansrætturin verður virdur. Tað at ganga í haga og fjøru, tað skulu allir føroyingar hava rætt til – ókeypis.” (Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum)

”Atgerðarloysið hjá hesum landsstýrinum má steðgast. Teir hava ikki klárað at gjørt eina avtalu við jarðeigarar soleiðis at allir føroyingar kunnu ganga frítt í haga. Tað skal taka okkum ein, tveir mánaðir, so er tað upp á pláss.” (Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum)

”Vit eiga øll hetta landið og hava rætt til sjálvandi at njóta og virka og hava trivnað í landinum. So tað er klárt at føroyingar skulu hava rætt til at vera í náttúruni og ferðast frítt á sjógvi og landi…” (Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi)

”Føroyingar skulu ferðast ókeypis í fjøllum, í haga og í fjøru um tað skal vera.” (Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum)

Við so greiðum lyftum frá okkara politisku skipan gleðir Hagafelagið seg til at fáa rættin hjá føroyingum at fara út í okkara náttúru staðfestan í lóg. Hetta til stórt gagn fyri fólkið og okkara eftirkomarar.
 
Hagafelag Føroya
Rúna Hjelm, forkvinna og Magnus Gaard, næstformaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo