Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

ALS: Eftir níggju ár við minkandi arbeiðsloysi kvinkaði arbeiðsloysið uppeftir í 2020. Í miðal fyri alt árið 2020 var arbeiðsloysið 1,5%, sum er nakað hægri enn í 2019, tá arbeiðsloysið í miðal fyri árið var 1,1%.

Talið av fólkum, sum vóru rakt av arbeiðsloysið fór úr 399 í ársmiðal fyri 2019 upp í 546 fyri 2020.

Arbeiðsloysið í Føroyum er kortini sera lágt, og áttanda árið á rað var arbeiðsloysið í Føroyum við árslok í 2020 tað lægsta yvirhøvur samanborið við onnur lond í Evropa.

Noreg er tað Norðurlandið, har arbeiðsloysið er lægst – næst eftir Føroyar. Við árslok í 2020 var arbeiðsloysið í Noreg 5% - samanborið við 1,3% í Føroyum við árslok 2020.

Ársroknskapurin hjá ALS fyri 2020 varð samtyktur av stýrinum fyri ALS í farnu viku, og hann vísir eitt avlop á 37,1 mió. krónur, sum er væl minni, enn tað var árið frammanundan. Orsøkin til tað var serligi hjálparpakki 1, sum kostaði ALS 128,5 mió. krónur.

Á Grækarismessu 2020 boðaði løgmaður frá, at føroyska samfelagið skuldi niður í ferð orsakað av korona-smittuni, sum var komin til Føroyar, og longu dagin eftir gjørdi Føroya Arbeiðsgevarafelag greitt, at skuldi sleppast undan hópuppsagnum hjá føroyskum arbeiðsgevarum, so var neyðugt alt fyri eitt at seta ein hjálparpakka í gildi, sum tryggjaði starvsfólkum á privata arbeiðsmarknaðinum okkurt slag av lønarískoyti.

Tað var skjótt greitt, at tað fór at verða Arbeiðsloysisskipanin, sum skuldi fáa í lag og standa fyri fyrsta hjálparpakkanum.

Mett var, at ALS-grunnurin var so mikið væl fyri fíggjarliga, at hann megnaði at lofta fíggjarligu avbjóðingunum við hesi serligu korona-skipanini. Og so hevði grunnurin eisini drúgvar royndir og hóskandi skipanir at sita fyri slíkari serskipan.

Sunnudagin 15. mars almannakunngjørdi landsstýrið hjálparpakkan, og mánadagin 23. mars – bara 11 dagar eftir at løgmaður hevði kunngjørt, at Føroyar skuldu niður í ferð - var klárt at taka ímóti fyrstu tilmeldingunum til serligu korona-skipanina.

Tað gingu bara nakrir heilt fáir dagar, so hevði ALS fingið oman fyri 3.000 umsóknir um lønarískoyti, og tá skipanin endaði 31. august høvdu næstan 4.800 ymiskir persónar fingið lønarískoyti úr hjálparpakka 1.

Fram til 30. juni rindaði ALS allan kostnaðin av hjálparpakkanum, meðan landið rindaði kostnaðin frá 1. juli fram til 31. august 2020.

Samlaði kostnaðurin av hjálparpakka 1 var 147,8 mió. krónur. Parturin, ið ALS rindaði, var 128,5 mió. krónur, meðan parturin, sum landið rindaði, var 19,3 mió. krónur.

Hóast ALS við hesi skipanini fekk eina óvæntaða útreiðslu á 128,5 mió. krónur, so gjørdist ársúrslitið kortini eitt avlop á 37,1 mió. krónur.

Nógva virksemið og jaliga gongdin í føroyska samfelagnum sæst aftur í ársroknskapinum.

Samlaðu inngjøldini settu aftur met í 2020. Tey gjørdust samanlagt 253,2 mió. krónur, sum er neyvt 8 mió. krónur meiri enn undanfarna ár, og sum er tað mesta nakrantíð.

Íroknað hjálparpakka 1 vóru samlaðu útgjøldini 206 mió. krónur. Av hesi upphædd vóru útgjøldini um hjálparpakkan 128,5 mió. krónur, og útgjøldini av øðrum arbeiðsloysis¬stuðli var 77,5 mió. krónur, sum var stívliga 26 mió. krónur meiri enn árið fyri.

Útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli vuksu úr 30,5 mió. krónum upp í 50,2 mió. krónur, og eisini útgjøldini um fiskavirkisskipanina vuksu nógv - úr 14,5 mió. krónum upp í 21,3 mió. krónur, sum svarar til sløk 47%. Høvuðsorsøkin til tað er vánaligur fiskiskapur og so tað, at marknaðirnir úti í heimi hava verið ávirkaðir av korona-farsóttini.

Tekniska úrslitið – tað er munurin millum samlaðu inngjøldini og samlaðu útgjøldini – gjørdist eitt avlop á 47,1 mió. krónur í mun til 193,9 mió. krónur í 2019.

Talið av ársverkum minkaði triðja árið á rað. Tað vóru trý færri ársverk í 2020 samanborið við 2019. Hinvegin hækkaðu starvsfólkakostnaðirnir við 2,2 mió. krónum í 2020. Orsøkin til tað er, at starvsfólkini á ALS arbeiddu mest sum nátt og dag at tryggja øllum teimum sløku 5.000 fólkunum, sum vóru í serligu korona-skipanini, lønarískoyti rættstundis. Hetta hevði við sær sera nógv úrtíðararbeiði og harvið hægri starvsfólkakostnað.

Tað er vorðið alsamt bíligari at reka ALS hesi seinastu nógvu árini. Samlaðu rakstrarkostnaðirnir vóru fýra mió. krónur í 2020, sum er ein mió. krónur minni enn árið fyri. Tað svarar til eina sparing á 20%.

Rakstrarkostnaðirnir í 2020 vóru teir lægstu síðani 1995, og samanborið við rakstrarkostnaðirnar hjá donskum a-kassum, so er ALS væl bíligari enn donsku a-kassarnir at reka.

Samlaðu fíggjarognirnar vuksu við 32,8 mió. krónum og vóru 895 mió. krónur við árslok í  2020.

Avkastið av fíggjarognunum var ikki eins gott í 2020, og tað var í 2019. Samlaðu fíggjarinntøkurnar vóru 12,5 mió. krónur sum svarar til eitt avkast á 1,4%, sum er nakað minni, enn tað hevur verið undanfarin ár. Í 2019 vóru samlaðu fíggjarinntøkurnar 26,1 mió. krónur.

Ársúrslitið í 2020 var eitt avlop á 37,1 mió. krónur, sum er 162,6 mió. krónur minni enn í 2019.

Við árslok var eginognin 948,1 mió. krónur, sum er tað mesta í søgu ALS.

“Stýrið og stjórn eru væl nøgd við úrslitið. Hóast ALS bar mesta kostnaðin av hjálparpakka 1, so hevði Arbeiðsloysisskipanin kortini avlop, og tað fegnast vit um. Tað er eisini gleðiligt, at arbeiðsloysið ikki vaks stórvegis eftir, at hjálparpakkin fór út gildi, og at tað enn er sera lágt arbeiðsloysið í Føroyum. Við avlopinum í 2020 er Arbeiðsloysisskipanin styrkt enn meira, langtíðarhaldførið er tryggjað, og skipanin er fíggjarliga væl fyri at standa ímóti  bakkøstum, sum kunnu koma”, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri hjá ALS.

Sí ársroknskap her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo