Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Landsstýrismaðurin við ábyrgd av Arbeiðsloysisskipanini, Helgi Abrahamsen, arbeiðir við at broyta ALS, soleiðis at meira verður til tey sum fáa úr skipanini og tey sum gjalda inn skulu gjalda minni.

Við Útvarpið sigur Helgi Abrahamsen, at loftið uppá 17.500 kr skal hækka upp í 18.500 kr um mánaðin. Og inngjaldið skal lækka úr 1,25%, sum tað hevur verið síðani 2012, niður í eitt prosent.

Helgi Abrahamsen segði, at skipanin tolir væl broytingarnar.

- Hóast koronahjálparpakkarnar, so hevur ALS eitt lítið avlop í rakstrinum í ár, segði Helgi Abrahamsen.

Eftir broytingina fær ALS einar 55 mió kr minni í kassan.

Eginognin hjá ALS var við árslok í fjør 910 mió kr.

Broytingin skal koma í gildi á nýggjárinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo