Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, hevur eftir øllum at døma vunnið stórsigur á forsetavalinum í landinum. Veljarakanningar spáa at hann fær nærum 80% av atkvøðunum.

Høvuðs mótvalevnið, 37 ára gamla Svetlana Tikhanovskaja (myndin), fær 7% siga veljarakanningarnar.

Hon er kona andstøðingin Sergej Tikhanovskij, sum situr í fongsli. Hon hevur stillað upp fyri at føra hansara sak, hevur hon sagt.

Aleksandr Lukasjenko hevur stýrt landinum við jarnhond í 26 ár. Hann verður sagdur at vera seinasti einaræðisharrin í Europa, og eygleiðarar eru meiri ella minni samdir um, at sannlíkindini fyri valsviki eru stór.

Soleiðis hevur eisini felagsskapurin fyri trygd og samstarvi í Europa, OSCE, boðað frá, at tey ikki sleppa at hava eygleiðarar á valinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo