Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Alt bendir á tryggan siður til IA á grønlendska landstingsvalinum sum var í giár.

Um seks tíðina í morgun okkara tíð vóru gott og væl hevltin av atkvøðunum taldar og IA fær 37,5% ímóti Siumut sum fæl 28,7%.

Sostatt eigur IA, sum hevur sitið í andstøðu, fyrstarætt til at skipa nýtt landsstýri.

Tað hevur annars nærum verið siður í Grønlandi, at tað er Siumut sum stendur á odda fyri landsstýrinum. Bert tvær ferðir síðani 1979 hevur tað ikki verið so. Men innanhýsis stríð og ósemjur hava merkt Siumut seinstu tíðina, og tað er helst ein av orsøkunum til, at flokkurin nú sær út til at tapa fyri IA. Hartil hava ætlanir um eina stór námsverkætlan eisini verið partur av valstríðnum. IA er ímóti verkætlanini, og tað eru flestu grønlendingar eisini, vísa kanningar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo