Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Alt er andaligt, tað veri seg negativt ella positivt.

VP eftirlýsir mangan ting og sakir sum VP ikki veit nakað um, men tá avtornar vil ein ikki vita av fakta og veruleikanum.

VP vil helst eisini undganga kristiligt andaligt tilfar á sínum portali.

Sjálvt í Føroyum hevur menniskjahandil florera seinastu umleið 30 árini.

Tíðindaportalar áttu í øllum førum at boða fólkinum frá politiskum óskili og fremjing av lógloysi innan samfelagsins karmar.

At tiga er at stuðla órættvísini sum gongur fyri seg í samfelagnum.

Hetta eg beri fram her er sannleiki. Eg havi seinastu 30 árini verið offur fyri øllum hesum hálovaða lógloysisríkisfelagsskapinum.

Hetta er óhugnaligt vit uppliva á okkara døgum, men spurningurin er, hví fólk hava valt at lata eyguni aftur fyri slíkum?

Danska grundlógin er ikki galdandi sum grundlóg fyri Føroyar, ei heldur er hon galdandi fyri Ríkisfelagsskapin. Og sum danska grundlógin sigur, so er stýrishátturin í Ríkisfelagsskapinum ikki demokratiskur, men monarkiskur.

Soleiðis eiga kriminell at verða avdúkaði av miðlunum, men ikki at vera í lummanum hjá teimum, sum forsvara lógloysi.

https://youtu.be/36QXHEuqMvQ

Símun A. Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo